Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilsskúlin á Kambsdali kunnar um útbúgvingarmøguleikar

Hannefíða Joensen

Mánakvøldið 25. februar kl. 19.00 verður “Opið hús” á Handilsskúlanum á Kambsdali, har øll áhugaði í útbúgvingartilboðunum á Handilsskúlanum eru vælkomin.

Mánakvøldið 25. februar kl. 19.00 verður “Opið hús” á Handilsskúlanum á Kambsdali, har øll áhugaði í útbúgvingartilboðunum á Handilsskúlanum eru vælkomin.

Frá komandi skúlaári verða broytingar í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum. Handilsskúlin hevur higartil bjóðað út Hægri Handilsskúla og FHS, men her verða broytingar – bæði í útbúgvingartilboðunum og innihaldi.

3-ára Búskaparbreyt

Komandi skúlaár bjóðar Handilsskúlin næmingum at taka eina 3-ára gymnasiala miðnámsútbúgving. Hendan er partur av nýggju breytaskipanini og nevnist Búskaparbreyt. Kunnað verður um hesa útbúgving, hvussu hon er skipað, lærugreinar og onnur tiltøk, sum eru partur av undirvísingini.

FHS

1-ára FHS útbúgvingin heldur fram, tó við nøkrum broytingum í innihaldi. Treytað av røttu vallærugreinum ber til at søkja inn á 2. árið á Búskaparbreytini. Kunnað verður um lærugreinar og møguleikar við FHS útbúgvingini, so sum lærupláss ella víðari lestur á Búskaparbreytini.

HH fyri seinastu ferð

2-ára HH útbúgvingin verður boðin út fyri seinastu ferð komandi skúlaár. 2-ára HH byggir á verandi FHS útbúgving, soleiðis, at fyri at verða upptikin á HH, er kravið at hava FHS prógv. Høvi verður at kunna seg nærri um hesi viðurskifti.

Áhugaði í stakgreinalestri, sjálvlestri og FHS-fjarlestri eru eisini vælkomin inn á gólvið hetta kvøldið.

Skráin

Leiðsla og lestrarvegleiðarar skúlans kunna um teir ymisku útbúgvingarmøguleikarnar. Høvi verður at tosa við lærarar um tær ymisku lærugreinarnar. Ein av verandi næmingunum á skúlanum, Rógvi Jakobsen, kemur at framføra nøkur løg og skúlin bjóðar kaffi.