Handilsvirkið Haraldsen kann hátíðarhalda, at tað eru 100 ár síðani Jákup Haraldsen lat upp Krambúðina á Bugnum í Fuglafirði. Hetta er enn tann dag í dag ein væl rikin familjufyritøka.
Handilsvirkið Haraldsen kann hátíðarhalda, at tað eru 100 ár síðani Jákup Haraldsen lat upp Krambúðina á Bugnum í Fuglafirði. Hetta er enn tann dag í dag ein væl rikin familjufyritøka.
Jákup Haraldsen varð borin í heim í Elduvík 2. november 1891 og setti sær fyri at seta á stovn nýtt handilsvirkið í Fuglafirði, einans 22-ára gamal. Væl stuðlaður heimanífrá bygdi hann sethús og krambúðarbygning á Bugnum í Fuglafirði og tann 25. november 1914 læt hann handilin upp. Hetta var byrjanin til eina ríka handilssøgu úr Fuglafirði, har familjan Haraldsen hevur verið við frá byrjan til dagin í dag.
Tann 25. november í ár eru 100 ár liðin síðani Jákup Haraldsen setti virkið á stovn í Fuglafirði, og í hesum sambandi verður hátíðarhald fyri familju, vinfólkið, samstarvsfelagum, kundum og starvsfólkið í Mentanarhúsinum leygardagin 22. november frá kl. 14.00 – 17.00. Á skránni verður ábit, tónleikur og ymiskt annað.
P/F Haraldsen




