Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handverkið hjá listamanninum Fridtjof Joensen verður varðveitt í nýggja Betesda

John William Joensen

Í morgun tók Álvur Josephsen navnabretti hjá Betesda niður nú brøðrasamkoman er í ferð við at flyta heim í nýggja salin. Skelti er eitt av mongum væla verkum hjá lokala listamanninum Fridtjof Joensen og tað er sjón fyri søgn at Fridtjof var ein fram úr góður handverkari greiður Álvur Josephsen frá meðan hann hegnisliga tekur stóru sink bókstavirnar niður.

Fridtjof var sera nærlagdur og eymur um tað sum hann gjørdi, og tú sært ikki longur slík navnabretti sum Fridtjof Joensen, sáli, gjørdi. Hvør smálutur er væl úr hondum greiddur. Navnabretti gjørdi Fridtjof í Blikksmiðjuni einaferð í 60unum. Hann hevði eisini blanda ein serligan lit, sum var álíkur kopari, so upprunaliga sá út sum at skelti var úr kopari. Seinri í tíðini hevur onkur bara av sínum eintingum mála tað hvítt og eg minnist hvussu keddur og óður Fridtjof gjørdist tá hann sá hetta.

Jú, hann var sera nærlagdur og sera stillur og eyðmjúkur maður. Einaferð bað Thulesen Fridtjof um at gera nýggj navnabretti til skrivstovuna hjá Kjølbro. Eg var settur at seta brettini upp og ansaði ikki eftir at ein lítil smálutur vendi skeivt. Eingin ansaði hesum, men tá Fridtjof sá skelti varnaðist hann beinanvegin hetta og fór beinleiðis til Thulesen og so vóru boð eftir mær – og Fridtjof var ikki blíður tá eg kom norður – so nærlagdur var hann – og tí eri eg sera fegin um at avgjørt er at varðveita hetta list handverk, um eg skal siga mína meining, segði Álvur meðan hann stóð og arbeiddi í trappustiganum.