Í dag er annar páskadagur. Samtíðarfólk Jesusar, tey, ið stóðu Jesusi nær vóru ørg um, at myndugleikarnir høvdu tikið Jesus úr grøvini, og ikki minst at hann var deyður. Jesus gjørdi teimum øllum til skammar, og reis sjálvur upp úr grøvini.
Í dag er annar páskadagur. Samtíðarfólk Jesusar, tey, ið stóðu Jesusi nær vóru ørg um, at myndugleikarnir høvdu tikið Jesus úr grøvini, og ikki minst at hann var deyður. Jesus gjørdi teimum øllum til skammar, og reis sjálvur upp úr grøvini.
Annan páskadag lesa vit m.a. úr Jóhannesar-evangeliinum, at Maria Magdalena kom út til grøv Jesusar, sum var vorðin tóm. Stutt eftir stendur Jesus í bakinum á henni og sigur:
– Nem ikki við meg, tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.
Maria Magdalena ger eftir boðum Jesusar og sigur lærusveinunum:
– Eg havi sæð Harran!
Tað hevði verið gott um bestur vinurin reis uppaftur
Tað mann hava verið ørkymlandi, kunnu vit hugsa okkum. Ótrúliga trupult at ímynda sær.
Hugsað tykkum til at allarbesti vinur tín og tann, tú stólar allarmest upp á í verðini, doyr. Hvør hevði ikki vilja, at viðkomandi reis upp aftur úr deyðum. Tann tankin hevur eisini nomið lærusveinarnir.
Jesus reis uppaftur, ikki bert til gagns fyri sínar samtíðarvinir, men til gagns fyri alla mannaættina.
Kristindómurin hevur ”onga” fyrimynd
… men hevur ein veruligan Harra, sum er uppafturrisin. Ein, sum doyði, men reis uppaftur. Eingin okkara megnar tað.
Tó so, tað Jesus gjørdi áðrenn hesa hending, er fyrimyndarligt. Hann gjørdi ikki haltari hønu mein, ikki einum einasta menniskja yvirhøvur.
Munurin á nógvum modernaðum trúgvum, sum í nógvum førum hava fyrimyndir at halda seg til at gera líkasum, er ikki brúk fyri í kristindóminum. Alt er gjørt, einans trúgv er neyðug.
Jesus lumpaði okkum
Við Jesu deyða og uppreisn skúgvaði Jesus allan lógarátrúnað burtur og kom við gleðiboðskapinum um, at nú er vegurin til Guðs fríur. Latin upp við trúgv á Jesusar uppreisn. – Trúgv upp á, at Jesus lumpaði vinir sínar, um undirritaði so má siga.




