Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hann var saknaður í 2008: Símun venur við KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Símun Joensen, sum í løtuni er sjómaður, er heima um høgtíðina og venur eisini við KÍ. Vónað verður, at hann kann gerast partur av liðnum, men tó er ikki heilt greitt, hvussu nógv hann verður tøkur komandi kappingarár.

Eingin ivi er um, at tað í ár var stórur saknur í stóra stríðsmanninum á miðvøllinum hjá KÍ, Símuni Joensen.

Í løtuni roynir Símun sjólívið, men hann er tó heima í løtuni og kann halda jól her.

Sum skilst, hevur Símun áhuga í at verða við KÍ í komandi kappingarári, men í løtuni er tað eitt sindur óvist, hvussu tað fer at laga seg.

Sum støðan er í løtuni, roknar hann við at verða tøkur frá mars mánað og nakað inn í árið.

Soleiðis eru fortreytirnar nú einaferð hjá sjómonnum.