Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanna Jensen: Eitt áhugavert uppskot

Helgi Abrahamsen

Hanna Jensen, framsøgufólk fyri Framsókn gjøgnumgekk undir orðaskiftinum um akvarium í Klaksvík, ymisk søvn, sum eru um alt landið, og hvønn týdning tey hava.

Hanna Jensen, framsøgufólk fyri Framsókn gjøgnumgekk undir orðaskiftinum um akvarium í Klaksvík, ymisk søvn, sum eru um alt landið, og hvønn týdning tey hava. Hon vísti tó á, at tað er tungt fíggjarliga at reka søvn, og at ofta má kommunali myndugleikin inn í myndina.

“Eg lesi viðmerkingarnar til uppskotið soleiðis, at talan er um akvarium, báta- og sjóvinnusavn”.

Hon helt, at argumentið um bøttu møguleikarnar at ferðast kann brúkast báðar vegir.

“Tað kann vera ein orsøk til at spjaða, men tað kann eisini vera ein orsøk til at savna,” segði hon.

Sum heild helt Hanna Jensen, at talan var um eitt áhugavert uppskot.