Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanna Jensen: Lítið yvir Føroyaland -gloymið ikki minsta blettin

(Hannefía Joensen)

Føroyar eru 18 oyggjar. – enn búgva fólk á 17 teirra.

Hetta er eitt av okkara ríkidømum. Men tað er sum um, at vit gáa ikki um tað. Vit útbyggja samferðslukervið við stórari ferð í summum pørtum av landinum, meðan aðrir partar standa við vegin og bíða hvørjaferð, uttan at sleppa við fram til tað lovaða samanbundna landið, har vit bara kunnu seta okkum í bilin og rulla til okkara ætt, vinir og kenningar – uttan mun til hvar tey eru á 62˚N og 04˚V , á hesum 1399 km² okkara.

Ítøkilig heildarætlan fyri útbygging av samferðslukervinum er týdningarmikil, um vit framvegis ynskja at kunna bjóða okkara land fram sum eina væl virkandi heild, líka mikið um vit tosa um, fiskivinnu, ferðavinnu, oljuvinnu, ella bara um innlendispolitik sum so.

Samferðsluætlan 2008 – 2020 við tilmælum er eitt boð upp á, hvussu vit skipa og útbyggja undirstøðukervið í nærmastu framtíð. Tó meti eg, at fleiri partar í henni eiga at verða umhugsaðir av nýggjum. Serliga viðvíkjandi smærru oyggjunum er ætlanin konservativ og heldur støðuni fastari í umleið somu karmum, sum vit kenna í dag, hóast ábøtur. Eisini tíðarætlanin fyri føstum sambandi til Suðuroyar má endurskoðast.

Ein slík heildarætlan má taka eina veruliga støðu til útoyggjarnar, um nær?, hvussu? og hvar? hvør teirra skal knýtast upp í restina av hesum væl virkandi kervi. Men eisini um onkur ikki skal, tí at vit hava aðrar ætlanir við júst hesari ella hesum plássum. Slíkar ætlanir fyri hesar serstøku oyggjar kunnu eisini fevna um skúlar, ráðstevnuumhvørvi, upplivingardeplar til ferðavinnu, serlig vinnu- og framleiðsluøki fyri føroyskar landbúnaðarvørur ella heilt aðrar vørur, ella kanska til okkurt heilt annað. Og týdningarmikið er, at lurtað verður eftir ynskjum teirra, sum búgva á staðnum.

Eg eri av tí hugsan, at vit mugu taka Føroyar í álvara. Vit mugu viðurkenna landafrøðiligu støðu okkara, sum hon er, og við tí fólki vit hava, seta okkum høg, men greið, ítøkilig og verulig mál við víkjandi útoyggjunum – eins og vit gera fyri hinar oyggjarnar. Her eru inntøkumøguleikar, trivnaðarkeldur – ja, heilt einfalt nógv sløg av ríkidømi. Vit hava ikki ráð til at gloyma hin minsta blettin!

Hanna Jensen
Valevni fyri Fólkaflokkin