Hanna Jensen, framsøgukvinna fyri Framsókn, tosaði nógv um mentamál, tá hon fyrrapartin viðgjørdi løgmansrøðuna. Tað hongur uttan iva saman við, at hon er forkvinna í løgtingsins mentanarnevnd.
Hanna Jensen helt, at Føroyar kundu fingið nógv meira burturúr ferðavinnuni, um vit í størri mun høvdu brúkt okkara mentan til at draga ferðafólk hendavegin. Hon vísti á, at kanningar hava víst, at tað er bara ein lítil partur av ferðafólkunum í Føroyum sum koma hendavegin, tí at mentanin dregur tey.
Hanna fegnaðist eisini um ætlanina hjá samgonguni um at fáa Stjórnarskipanarlógina samtykta, og eisini fegnaðist hon um, at fáa fleiri yvirtøkur verða framdar.
Harumframt brúkti hon merkiliga nógva tíð av røðuni til at lesa upp, hvat tey einstøku landsstýrisfólkini arbeiða við.




