Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanna Jensen stillar upp aftur, boðar Framsókn frá

Tíðindaskriv

 Framsókn skal boða frá, at 42 ára gamla HannaJensen aftur verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

– Sum ein av stigtakarunumtil Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn bjóði eg megfram aftur til løgtingsvalið í ár. Eg leggi drúgvar royndir við politiskumvirksemi og gott sjey ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til. Egmeti at Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyriokkara samfelag, sigur Hanna Jensen.

 

Hanna er útbúgvin M.A.í føroyskum og fronskum máli og bókmentum. Hon starvast sum studentaskúlalærariog er eisini lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy.Hanna Jensen er býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini,varatingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Haraftrat er Hannafranskur konsul í Føroyum

– Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størrisjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívihava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllumarbeiði, eg fáist við. Seinnu árini havi eg arbeitt nógv viðútbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali avmálum innan kommunalpolitikk og sum varatingkvinna eisini innan landspolitikk.Harafturat kemur altjóða og norðurlendskt virksemi og royndir haðani, sigurHanna Jensen at enda.