Eg haldi, at árið í 10. flokki á Ziskatrøð var sera spennandi, stuttligt og læruríkt.
Orsøkin er, at tað er ikki eitt heilt vanligt skúlaár, har tú hevur tíma eftir tíma, tú sleppur at velja ímillum ymisk skeið, ið tú hevur hugsað tær at roynt. Eg sjálv tók fyrstuhjálparskeið, trygdarskeið og fotoskeið, og tað haldi eg var sera spennandi, og gjørdi eisini sítt til, at mín hugur til at ganga í skúla gjørdist góður. Hetta skúlaárið hevur eisini givið mær eina góða byrjan upp á lívið, ið kemur aftaná skúlan. Eg haldi, at hetta er eitt skúlaár, ið ongin eigur at vera fyri uttan.




