Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost “Hans á Bakka” kemur til Klaksvíkar á Sjómannadegnum leygardagin tann 22. august 2015. Brunnbáturin telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur sum t.d. avlúsing. Við hesum brunnbátinum økur ein um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørvið og góðskan á vøruni verður betri.
Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost“Hans á Bakka” kemur til Klaksvíkar á Sjómannadegnumleygardagin tann 22. august 2015.
Brunnbáturin telist millum heimsinsmest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandifiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysauppgávur sum t.d. avlúsing. Við hesum brunnbátinum økur ein umeffektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundisminkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørviðog góðskan á vøruni verður betri.
Brunnbáturin stevnir inn áKlaksvíkina í kjalarvørrinum á Træseglskipunum og leggur atbryggjuni við Bakkafrost Harvest kl. 10:00. Opið er umborð fyrialmenninginum millum kl. 11.00 og 16.00.
Umborð bjóðar Bakkafrost brellbitarvið føroyskum laksi, ið er ein av heimsins sunnastu og mestvælsmakkandi. Manningin á “Hans á Bakka” greiðir áhugaðumfrá skipinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




