Hósdagin 15. mai spælir Hans Andrias Jacobsen í Tutl í Havn.
Hósdagin 15. mai spælir Hans Andrias Jacobsen í Tutl í Havn.
Hans Andrias er úr Klaksvík og hevur framført nógv seinasta árið. M.a. hevur hann havt konsertir saman við Kára P. og Marius Ziska umframt at hava framført á Summar festivalinum. Til Planet Awards í 2012 vann Hans Andrias prísin “Ársins nýggi bólkur/einstaklingur”.
Hans Andrias er kanska serliga kendur fyri sínar sangir “Don’t Want to Burn” og “Wasteland”. Stílurin er ein blanding av folk, blues og singer/songwriter tónleiki.
Framførslan byrjar kl. 16.




