Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias í góðum formi

Danial Viðoy

Hans Andrias Jacobsen er klaksvíkingur og spælir á heimavølli í kvøld klokkan 20.00. – Eg eri klárur, sigur hann við Norðlýsið.

Hans Andrias Jacobsen er klaksvíkingur og spælir á heimavølli í kvøld klokkan 20.00. – Eg eri klárur, sigur hann við Norðlýsið.

Hans Andrias er millum heitastu tónleikanøvn í Føroyum og nakað av tí orkuni, hann hevur fingið undirtøku fyri, fer hann at brenna av í kvøld klokkan 20.00 í tjaldinum.

Hann roynir at slappa av í dag og fyrireika seg til konsertina. Sum skilst ætlar hann at síggja dystin ímillum KÍ og HB, áðrenn hann trínur á pall.

Tað er annars gott veður í Klaksvík í dag og veðrið sær út til at halda sær.