Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias nýggjur leiðari í Garnhúsinum

Tíðindaskriv

Garnhúsið hevur fingið nýggjan leiðara. Sunda kommuna hevur sett Hans Andrias Olsen í starvið.

Hans Andrias er 34 ára gamal og hevur drúgvar royndir frá ungdómshúsinum í Klaksvík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur Hans Andrias verið virkin innan fótbólt og tónleik sum venjari og undirvísari.

Sunda kommuna bjóðar Hans Andrias hjartaliga vælkomnan í starvsfólkahópin. Samstundis vilja vit takka Katrinu Nattestad fyri tíðina.

Á myndini síggjast fráfarandi leiðarin, Katrina Nattestad og nýggi leiðarin úti í Garnhúsinum.