Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur, skrivar: Ein rættleiðing til Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóra

John William Joensen

Í Norðlýsinum fríggjadagin 2. september 2005 sigur Jákup Mikkelsen, vara-borgarstjóri at "Tað er sera óheppið at býráðið samtykti at loyva Draganum at seta ein gamlan bygning oman á bátaøkið niðanfyri
N. P. Gøtu.

Fyri at vísa á hvat hann ítøkiliga meinar við útsøgn síni, setur Jákup Mikkelsen eina eftirgjørda og órealistiska mynd av økinum til greinina.
Hetta er sjálvandi við til at skapa øsing millum fólk og er fullkomuliga óneyðugt, tí býráðið hevur als ikki samtykt at seta bygningin hjá Draganum júst har, sum Jákup Mikkelsen vísir á.
Býráðið hevur samtykt, fyri at stuðla Draganum í arbeiðinum at útvega hølir til aktivitetirnar hjá skipinum, at Dragin skal fáa loyvi at seta húsið á økinum frá Strandferðslubygninginum og suðureftir, og mest sannlíkt er, at endaligt loyvi verður givið til Dragan at seta gamla Emmaus beint sunnanfyri verandi Strandferðslubygning, um hetta passar inn í eina heildarætlan hjá Klaksvíkar Kommunu.
Sjálvandi vilja vit í býráðnum stuðla uppundir so seriøsar ígongdsetarar, sum Dragamenninir eru og sum teir hava víst við sínum ótroyttiliga arbeiði við Draganum tey seinastu 12-13 árini.
Uppskotið, sum lá á býráðsfundi hetta kvøldið, var eitt gamalt uppskot, sum vísti júst á loysnina sum Jákup Mikkelsen vísir á, men fyri at koma víðari, fingu vit broytt orðingina soleiðis at ein heildarloysn skuldi gerast fyri økið og hon skal fyri býráðið aftur áðrenn og um húsið verður plaserað á økið.
Mín meining er, at tað er sera umráðandi at stuðla undir ígongdsetarar, heldur enn at kubba høvdið av teimum í føðingini. Dragamenn eru sera dugnaligir og eg eri onga løtu í iva um, at teir saman við umsitingini í Klaksvíkar Kommunu finna eina loysn sum vit øll vera nøgd við.