Tað man vera fáur av verandi býráðslimum, ið við rættari samvitsku kann siga seg at hava livað upp til givin vallyfti undanfarin ár.
Ofta verður tikið ov rívan til av valevn-unum í orrustuni, og tá tað verður hugt í baksýnið, standa mong tóm lyfti eftir í gloymskuni. – Jú, politiska minnið er sera stutt.
Eitt skulu tygum veljari vita, at undirritaði er ikki ein av teimum, ið rópar upp við følskum lyftum, ið ein ikki kann standa inn fyri, stendur tað einum í boði, at verða ímillum teirra, ið myndar býráðið komandi árini.
Men tað eru nøkur lyklaorð, ið eg vil byggja mín stuðul til tygara á, – vísa tygum mær tygara stuðul í komandi viku.
Trúðvirðið – seti eg sera høgt. Eg vil fegin liva upp til tað, ið eg sigi og geri, og tí rópi eg ikki upp um líkt og ólíkt, ið vil oyðileggja mítt trúðvirðið framyvir. Eg vil altíð eggja øðrum til at vísa trúðvirðið í øllum dagsins setningum.
Rein samvitska – er eitt týðandi amboð í mínum lívi. Eg ynski at fara til arbeiðis við góðari samvitsku, og koma úr arbeiði eftir dagsins verk við eins góðari samvitsku. Bert við góðari samvitsku fáast góðar loysnir – eisini innan býráðsarbeiðið.
Samstarv – er eitt krav til gott býráðsavrik. Eg eri tí opin fyri at fara í samstarv við øll tey, ið eg meti, kunnu liva upp til míni minstukrøv til samstarv, so vit fáa gott arbeiðslag og høgan effektivitet í Klaksvíkini, bæði innan almennu fyrisitingina og í dagliga lívinum sum heild í Klaksvík.
Positivur hugburður – skapar framburð. Orðið "jaligheit", ella positivitetur, hevur verið nógv at hoyra seinastu árini, og tað hevur veruligan týdning at hugsa positivt. Positivur hugburður stimbrar undir framburði, og tí hevur tað alstóran týdning fyri meg, at vera við til at skapa positivan hugburð, har eg havi ávirkan, og soleiðis vil eisini vera innan møguligt býráðsarbeiði.
Ríkt ands- & trúðarlív – er besti førningur, ið ein kann bera. Við opnum sinni, reinari samvitsku og at góðtaka margfelt trúðarlív kunnu vit náa langt í Klaksvík. Bert við at byggja brýr og at byggja á grundfest trúðarstøðið kunnu vit leggja lunnar undir eitt valvirkandi lokalsamfelag, har vit í felag, øks ímóti øksl, skapa rættvísar felags karmar hjá øllum at virka undir, bæði innan almenna umsiting, hjá vinnuni og ímillum manna.
Um omanfyristandandi er nakað, ið tygum kunnu svara játtandi uppá, so eru tygum á góðari leið við at stuðla undir, at undirritaði fær møguleika til at menna býráðsarbeiðið framyvir.
Við ynskjum
um eitt gott býráðsval.
Hans Arne Bertholdsen,
listi B




