Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Eiler Hammer í fótasporunum hjá Jóhan Nielsen

Helgi Abrahamsen

Hin 1. august tók Hans Eiler Hammer við embætinum sum sóknarprestur í Syv-Ørsted-Dåstrup Pastorat í Roskilde Stift.

”Hans Eiler hevur áður verið prestur, bæði í Føroyum og uttanlands, men seinastu tíðina hevur hann tó fingist við annað, eitt nú sítt egna shuttle og buss felag. Nú gleðir hann seg at sleppa aftur til tað, sum hann tímir allarbest, nevniliga at boða hin góða boðskapin,” skrivar Fólkakirkjan.fo.

Men Hans Eiler er ikki einasti føroyingurin, ið hevur verið prestur í Syv-Ørested-Dåstrup pastorat. Jóhan Nielsen, sáli, var sóknarprestur har frá 1970 – 1977.

Jóhan Nielsen var eisini sóknarprestur í Klaksvík frá 1956 til 64, og har hevur Hans Eiler eisini verið prestur.

Hans Eiler Hammer verður skipaður i tænastuna av fráfarna Dómpróstinum í Roskilde, Jens Arendt sunnudagin hin 14. august kl. 09.00 og kl. 10.30. Samkoma verður aftaná seinnu gudstænastuna í Syv Sognegård.

Harleywoodpaint