Eftir at vit hava fingið fleiri áheitanir um at prenta røðuna, sum Hans Eiler Hammer prestur helt í kirkjugarðinum í Vágstúni minningardag, teirra sjólætnu, prenta vit røðuna niðanfyri.
Góðu áhoyrarar!
Sum teimum flestu kunnugt, so hevur Allahalgannadagur eina langa søguliga fortíð. Heilt frá miðskeiðis í 800-talinum e.kr. hevur hesin dagur verið hildin hin 1. november til minnis um øll tey halgimenni, sum ongan egnan Halgidag høvdu.
Hjá okkum hevur so Allahalganna dagur fingið tann vakra og góða siðin, at hann verður hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Heilt síðani 1949 hevur minningardagur teirra sjólátnu verið hildin hin 1. november eftir at Fríðrikur Bláhamar legði fram uppskot um hetta á tingi.
At tað júst var Fríðrikur Bláhamar, sum legði hetta uppskot fram, er neyvan av tilvild. sjálvur var hann millum teirra ið var staddur mitt úti á havsins bylgjum í opnum róðrarbáti saman við 6 øðrum monnum, í samfullar 42 tímar uttan mat og drekka, eftir at skipið hann var við, Union Jack, bleiv søkt hin 22. september 1940 av einum kavbáti.
Fríðrikur Bláhamar, sigur soleiðis frá í bókini "Ein vandaferð", sum er tað søguliga skjalið eftir hesa hending, at tað fyrsta vit gjørdu eftir at kavbáturin var farin, var at biðja til Guð. Vit bóðu: at um tað var hansara vilji, at hann so vildi hjálpa okkum til landa ella senda onkun, ið kundi bjarga okkum, og um okkum ikki lív var lagað, at hann so av stóru náði síni, fyri sonarins Jesusar skuld vildi bjarga sálum okkara heim í tey ævigu heimbýlir.
Síðani sungu teir sálmin í kirkjsálmabókini: "Befal du dine veje og al din hjertesorg!" Og so inniliga var bønin biðin, og so hjartaliga var sálmurin sungin, sigur Bláhamar, at tað var fyri okkum, sum var Guð tætt hjá okkum, tað var einki, sum í hesi løtu kom ímillum Guð og okkum, hvørki nakað verðsligt ella nakað av okkum sjálvum, ið ofta vil koma fram, at vit kunnu nakað sjálvir, nei, sigur Fríðrikur Bláhamar, nú sóu vit, at vit púra einki kundu uttan við Guðs hjálp!
Og eftir at teir høvdu biðið og sungið var tað sum ein tung byrða var tikin av teimum og teir kundu byrja uppá ein tungan og langan róður inn móti landi uttan mat og drekka.
Eftir at hava lisið bókina hjá Fríðriki Bláhamar umaftur og umaftur er tað serliga hesin eini lítli setningur, ið hevur fest seg í hugaheim mín, tá ið hann sigur, "at nú sóu vit, at vit púra einki kundu uttan Guðs hjálp!"
Ja, tað eru uttan iva mangir sjómenn, her heima á landi, ið kunnu taka undir við júst hesum, at tá ið allur dugnaskapur er nýttur og ein er staddur í lívsvanda á havsins bylgjum, ja so er tað bert eitt, ið kann halda uppi – bert eitt, ið kann bjarga og tað er trúgvin á Guð.
Mangur sjómaður hevur sæð deyðan fyri eygum sínum á sjónum. Tað kann vera ein arbeiðsfelagi, ið er deyður av skaðatilburði ella sligin fyri borð, ella tað kann vera at ein sjálvur hevur verið í deyðsvanda á sjónum.
Standandi andlit til andlit við henda veruleika mega tað vera fáir sjómenn, um tað yvirhøvur er nakar, ið ikki ásannar, at nú er tað bert eitt bjargingarbeltið ein kann nýta, og tað eer trúgvin á Guð.
Soleiðis er tað nú ikki bert á sjónum; men soleiðis er tað í øllum lívsins viðurskiftum. Tí tað kann henda okkum øllum, at vit koma út fyri tí veruleika, at harðveður brestur á í lívi okkara, og at tað kennist sum at lívsbátur okkara er søkkandi í teimum stóru aldunum. Tað kann vera sjúka, tung sorg ella líðing, ið kemur inn yvir lív okkara.
Ta, sum tá ræður um, og sum er okkara einasta sanna hjálp, eer at vit eiga trúnna á HANN, ið kann og vil hjálpa, og sum bæði vindur og veður eru lýðin!
Tí eiga vit trúnna á Jesus Kristus, og er hann við á lívsferð okkara, ja so vita vit eisini, at hann skal føra lívsbát okkara yvir um deyðans hav og vit lenda í øllum góðum á himnastrondini.
Hesa vón kunnu vit halda okkum til á hesum Allahalganna degi. Í dag skulu vit lata kærleikan og minnini til teirra sum farnir eru á sjónum fylla sál og sinn okkara. Tí kærleikan og minnini, kann eingin, sum eg so mangan áður havi sagt, taka frá okkum. Nei, hesi eiga vit at varðveita í hjørtum okkara, sum dýrgripir.
Lat meg enda við orðunum, ið standa í opinberingini 21,1: "Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til".
Tað sum ein serliga leggur til merkis, er at hetta verður lagt til: "og havið var ikki longur til".
Onkur vil kanska halda at tað er hugstoytt, at havið ein dag skal vera burtur með alla, tí havið er tað sum setir sín dám á og sum er við til at gera alt so vakurt her á fold. Men hinvegin hugsi eg, at fyri mong verður havið ikki saknað. Tí tað tók ofta so nógv, mangan tað besta og dýrasta ein átti.
Men tað er í hesum sakni, í hesi sorg, at ein kann lýta frameftir ímóti tí eina stóra degi, tá alt aftur verður fullkomið frá skaparans hond. Tí ræður um at síggja, at vit púra einki kunnu uttan við Guðs hjálp!
So legg tú allan trega
í Harrans sterku hond,
lat trúgv og vón teg gleða,
um tíðin sýnist vánd.
Tað er ei tú í veldur,
ei tú, ið tekur ráð,
Guðs veldisstavi heldur,
og ferð hans øll er náð.
Í ár eru tað fimm, sum eru farnir í virki sínum á sjónum síðan 1. november 2001 og eru teir:
Mikkjal Sjúrður Olsen, Hvannasund, doyði 6. november 2001 við Havhesti, 43 ára gamal.
Jógvan Sonny Drangberg, Skopun, doyði 12. apríl 2002 av skaðatilburði umborð á Jaspis, 53 ára gamal.
Karlo Joensen, Miðvágur, slerdi út av Gaja 3 í Diskovíkini tann 14. apríl 2002, 56 ára gamal.
Jógvan Jacobsen, Skáli, doyði umborð á West Express 1. august 2002, 59 ára gamal.
Jógvan Olsen, Toftir, doyði umborð á Western Pacific 11. August 2002, 52 ára gamal.
—
Harri, takk fyri at vit púra einki kunnu uttan tína hjálp. Takk fyri at tú heldur okkum uppi tá lívsbátur okkara er um at søkka vegna tunga sorg og tungar byrðar. Verð hjá teimum, sum mist hava á sjónum. Styrk tú tey í sorg og sakni teirra, og styrk og vælsigna okkum øll. Hjálp okkum til at seta álit okkara á teg aleina. Amen.




