Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, sigur at óhepna handfaringin hjá skúlanum, var uttan iva neistin sum festi í eldin

John William Joensen

Seinastu tíðina hava søgur gingið um prestagarðin á Ziskatrø.

Søgurnar hava gingið út uppá at eitt av børnunum hjá presti var komið í skúla við einum sokallaðum "gjørdum-manndómi" (dildo) og at hetta skuldi vera nakað sum hoyrdi heima í prestagarðinum.
Omanfyrinevnda søga er farin um alt landið í nógvum útgávum og eisini er hon partur av Norðoyastevnuteitinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Sunnudagin hevði prestur eina prædiku (endurgivin í blaðnum)  í Christanskirkjuni har hann tosar um hvussu lætt vit kunn drepa eina menniskjasál og eingin ivi var hjá kirkuliðnum at upphavið til prædikuna var at finna í omanfyri nevndu søgu.
Spurdur um hetta sigur prestur at tað er sera undrunarvert hvussu barnalótir kunnu vendast til eitt trýst á eina familju og harvið gerast ein stóru trupuleiki í dagliga yrkinum hjá hjúnunum báðum, sum tey annars ongan leiklut eiga í.
– Kjarnin í málinum er at hendingin frá byrjan als ikki var handfarin á rættan hátt í skúlanum.
– Hetta er nakað, sum vit sum foreldur eru sera kedd um, men síðani hava søgurnar bara vundið upp á seg.
– Tað endar við at konan, sum arbeiðir í barnagarðinum í Haraldssundi, kemur skelkað til húsa, tí foreldur at børnum í barnagarðinum hava gjørt vart við  at teirra børn ikki skulu verða í stovu saman við presta frúnni.
– Hóast eg havi roynt ikki at tikið málið at mær so er tað kona mín, sum fyrst og fremst kennir seg út hongdað. Hon hevur ikki havt tað lætt síðani hetta tók seg upp og tað var hetta, sum lá aftanfyri prædiku mína.

Barnalótir
Hans Eiler greiðir frá at søgan byrjar við at sonur hansara saman við øðrum dreingjum finna nógv umtalað lutin einastaðin úti í náttúruni. Teir krógva hann so í einum kassa. Drongurin biðjur so systur sína hava lutin við í skúla og hetta gongur so hond av hond millum børnini í skúlagarðinum.
Lærarin, sum hevur garðvakt, varnast okkurt er á vási og tá hann fær hendur á lutinum spyr hann børnini hvaðani hann kemur. Tey peika á prestadóttrina og lærarin ger tað dára gerð at hann gevur henni lutin aftur og biður hana hava hann við sær heim.
– Flokkslærarin hevur síðani ringt til okkum og greitt frá at viðkomandi lærari gjørdist so skakkur og illa við tá hann fekk hendur á lutinum og tí var hann ikki nóg umhugsin tá hann gav hesi neyðars gentu lutin. Hann skuldi sjálvandi havt tikið hann frá børnunum og tveitt hann burtur, men í staðin kenndi dóttur mín tað sum at hon átti lut í at mamman, tá harðast leikaði á, ikki hevði tað so gott.
– Eg má eisini viðganga at vit í hesu truplu tíð hjá familju okkara alt ov sjálvdan hava hitt fólk, sum opið og ærligt hava tosað við okkum um hetta. Tann fyrsti sum verðuliga vendi sær til okkum var ein vinmaður í eysturoynni búðsitandi á Toftum, sum áður hevur starvast sum prestur.
Í staðin hava vit fleiri ferðir upplivað eina ógrundaða andstygd frá fólki.

——–

(red.:
At Hans Eiler er kendur fyri eitt lætt sinnið kom eisini til sjóndar undir samrøðu okkara,  men hóast hetta stóð á hjá presti tá hann greiddi frá hvussu henda óhepna hendingin í skúlagarðinum hevur verið steinur hongdur um hálsin hjá familjuni.

Helst hevði eingin søga verið um talan ikki júst var um børnini hjá presti.)

John William Joensen