– Hans Fróði Hansen hevur dugað væl at fingið taðbesta burturúr TB hópinum og fingið flutt ein tapara hugburð yvir á nakaðposetivt, heldur TB legendan Eyðun “Gullok” Svalbard.
TB fekk ein trupla byrjan uppá kappingarárið. Tað sá annarsikki so galið út fyrsta hálva tíman í Klaksvík í 1.umfarinum, har TB kundiverið komið á odda. Men teir endaðu við at tapa dystin 3-0 og vikuna eftirblivu teir avsmurdir í Sørvági móti 07Vestur. Tá hugsaðu nokk mong, at hettableiv eitt tungt ár hjá TB. Men síðani er vend komin í og TB hevur ikki taptseinastu 6 dystirnar og heilt avgjørt verið mest positiva liðið í deildinisíðani tapið í Sørvági.
Hans Fróði er lykilin
Ein av ídnastu TB viðhaldsmonnunum er TB legendan Eyðun “Gullok”Svalbard, ið eisini fylgir væl við føroyskum fótbólti. Hann er bilsin avgongdini har suðuri.
– – Undan kappingarárinum hevði eg ikki væntaðstórvegis, so hendan byrjanin kemur óvart á meg. Hans Fróði Hansen var nýggjurá økinum og tað sást fyrstu tíðina. TB brúkti fyrst og fremst orku uppá fysiskapartin av spælinum. Í 2. umfarinum spældiTB í Vágunum og tapti stórt móti 07Vestur. Tað var ein katastrofa. Men síðanihevur Hans Fróði Hansen fingið tamarhald á liðinum. Serliga er tað hugburðurin,sum er broyttur og liðið hevur tikið skap frameftir vøllinum nú eisini og bygduppá fysiska partin, heldur Eyðun “Gullok” Svalbard.
Eyðun er serliga sannførdur um hugburðin, ið nýggi TBvenjarin hevur fingið á liðið.
– – Hans Fróði hevur fingið tapara mentalitetin broyttaní TB, sum einki hevur víst ella vunnið í nógv ár. Leikararnir hava ei heldurstórvegis av royndum. Men teir eru farnir at hugsa rætt. Teir hugsa positivt oghava góðan moral. Hygg t.d. eftir tá teir skoraðu seinast, har teir fóru atspæla sirkus við mál “feiringini”. Tað vísir, at gott lag er í hópinum. Í tídystinum hevði Víkingur einki at siga. Teir vóru niðurspældir og høvdu onganmálkjans. Eg trúgvi, at teirra leikarar halda seg vera betri individuelt, ennteir eru. Tí TB eigur einki at hava at skula siga av røttum í slíkum dysti. Taðsama móti ÍF, har TB var nógv betra liðið. Teir mistu í endanum uppá tilvild,har ÍF koyrdi Bartal fram. Men ístaðin fyri at leypa framav og øsast upp um athava mist á stokkinum sum nógvir høvdu gjørt, so tók Hans Fróði tað púra róligtog vísti leikarunum á dystin í fjør, har ÍF spældi TB av vøllinum, men har TBvann. So venjarin eigur sín stóra lut úrslitunum við at hava rætt fokus, sigurhann.
Liðavrik
Tá vit spyrja um, hvørjir leikarar hava skarað framúr á TBliðinum, so heldur Eyðun, at talan er um liðavrik.
– Har eru fínir leikarar á øllum plássum við fyrimyndarligumhugburði og einføldum spælistíli. Teir geva ongantíð upp og spæla í 90minuttir. Teir hvørki trúgva uppá at tapa ella at vinna, men gera sítt besta. Eisinieru nýggju leikararnir frá Senegal góðir. Ndende hevur verið sera góður ogBabacar í miðverjuni sær eisini skilagóður út. Hini árini hava teir útlendskuleikararnir í stóran mun einans hugsað um seg sjálvar ístaðin fyri liðið. Nú ertað eitt lið við 11 leikarum, ið stríðast fyri sama máli, ið fyrst og fremst spælir. Hetta røkkur langt ogeg vænti, at longu í summar liggur TB ikki niðanfyri nummar 5. Men ein skaleisini ansa sær, tí tað kann “kiksa”, um ein billar leikarunum inn, at teir eruso góðir, heldur “Gullok”.
HB fær FM frammanfyri KÍ
Til endans biðja við “Gullok” meta um liðini í Effodeildini,og hvat hann væntar.
– Tað positiva yvirraskilsi í ár er KÍ. Teir spæla offensivtog hava eina øgiliga trúgv uppá at skora mál. Teir skapa eisini eina rúgvu avmøguleikum. Men har fara nógv mál inn og uttan at hava sæð teir, so er tað ikkinakað, ið venjarar vanliga eru glaðir fyri. Tað kann hugsast, at trupulleikinkundi loyst seg, um leikararnir avsluttaðu álopini hvørja ferð ístaðin fyri atmissa bóltin í uppspælinum. Nú havi eg heldur ikki sæð EB/Streym, men teirumskylda seg við at hava so nógv nýtt fólk. Teir hava ein kreativan spælistíl,men eg vænti ikki nógv av teimum. Teir kunnu gott fara at liggja í niðaruhálvu. NSÍ hevur heldur ikki imponerað. Í fjør fekk Kári Reynheim teir at spælafínan fótbólt við ongum fólki. Nú hava teir gott fólk, men spæla ikki væl. B36dugi eg ikki at síggja har frammi, um teir ikki keypa nógv inn í summar.Hópurin er ov tunnur og tá skaðar so koma, so koma leikararnir ofta afturáðrenn teir eru rættuliga komnir fyri seg. ÍF og Víkingur eru óstøðug og ringat meta um, men Jógvan Martin Olsen eigur at vera so royndur venjari, at teirfáa okkurt burturúr. Til niðurflyting vænti eg, at 07Vestur er eitt gott boð.Til FM havi eg HB sum favoritt við KÍ á 2. plássi, sigur Eyðun “Gullok”Svalbard við Norðlýsið.




