Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans J. Kallsberg, Depil fyri Norðan átti besta brundin

Oliver Joensen

Seyðasýningin í Klaksvík er av. Andras Joensen, sigur við Norðlýsið, at sum heild kann sigast, at brundirnir nú eru rættuliga nógv betur fyri enn áður.

Tað var Depils hagi fyri Norðan, sum átti vakrasta brundin og maðurin, ið átti brundin er Hans J. Kallsberg.
2. plássið fór Strandahagi avstað við, tað var Heini Ósá, ið átti tann brundin og triðja pássið frór Norðtoftir avstað við og tað var Palli Jacobsen, ið átti hann.
Andras Joensen sigur, at brundirnir hesaferð vórðu rættuliga betur fyri enn tá seyðasýning var fyri tveimum árum síðani og heldur hann at hetta ber boð um, at menn nú vanda sær meira um seyðin, sum teir sleppa upp.
Í kvøld verður veitsla í Skálanum og har verður nærri kunngjørt um hvussu gekkst hjá teim ymisku hagapørtunum á Borðoynni.