Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Jacob Fuglø gevst at gera modellskip

Helgi Abrahamsen

86 ára gamli Hans Jacob Fuglø hevur gjørt mong modellskip, men nú ætlar hann ikki at gera fleiri.

Hann hevur júst fingið seinasta skipið frá hondini, sum er modell av sluppini Albert Victor (TG 327).

Tá hugt verður nærri at modellskipunum hjá Hans Jacobi, síggjast ótrúligir smálutir, sum hann hevur evnað til við egnum hondum.

Meira verður at lesa um Hans Jacob og modellskip hansara í Norðlýsinum, sum kemur út fríggjadagin, men her eru tó nakrar myndir, sum vit fingu í lítla kjallararúmi hansara í morgun.