HB málverjin Hans Jørgensen er favorittur at taka yvir hjá Símun Rógva Hansen í AB
HB málverjin Hans Jørgensen er favorittur at taka yvir hjá Símun Rógva Hansen í AB, men sjálvur sigur hann, at 5-6 feløg hava víst seriøsan áhuga og at einki er avgjørt enn viðv. hansara framtíð.
Hans Jørgensen hevur í longri tíð verið partur av antin U21 ella A-landsliðinum. Men til seinasta hóp misti hann plássið á A-landsliðinum. Stóra orsøkin var, at hann ikki fekk spælitíð á besta liðinum hjá HB, har Teitur M. Gestsson hevur spælt nærum alt kappingarárið. Sáttmálin hjá Hans gongur út nú eftir kappingina og høvuðspersónurin sigur, at nú umhugsar hann framtíðina.
– Sáttmálin gongur út nú við HB. Eg tosi við HB, men avgerandi fyri næsta ár hjá mær er, at fáa spælitíð sum aftur ger, at eg kann koma uppá tal á A-landsliðinum. Áhugin frá feløgum er stórur og eini 5-6 feløg hava víst seriøsan áhuga. Men eingin avgerð er tikin enn, so komandi vikurnar koma at vísa, hvar eg spæli næsta ár. Tað kann eisini taka stutta tíð, sigur Hans Jørgensen við Norðlýsið.
Hans Jørgensen býr á Argjum. HB og B36 hava gjørt sáttmála við málverjar – ávikavist Teit M. Gestsson og Tórð Thomsen – til komandi ár, meðan AB fer at mangla málverja, tí Símun Rógvi Hansen flytir av landinum. Samstundis hava tað seinastu tíðina gingið sterk ryktir um, at Hans Jørgensen skal avloysa Símun Rógva Hansen í AB.
– Man býr á Argjum og tað ger tað sjálvandi lættari, at spæla her umleiðir. Men spælitíðin er mest avgerandi og eg fari seriøst at hyggja eftir øllum tilboðunum, men eg vil ikki avvísa møguleikanum at spæla við AB, sigur Hans Jørgensen at enda.
So hóast AB í løtuni tykist vera mest upplagda boðið uppá komandi felagið hjá Hans, so vil høvuðspersónurin sjálvur ikki avvísa øðrum møguleikum.




