Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Kristian Simonsen vann KBI-OPEN 2005

John William Joensen

Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen vann 4 talv og telvaði eitt javnt og tryggjaði sær harvið sigurin í KBI-Open 2005, ið er ein vikuskiftis-talvkapping, sum fyri fyrstu ferð varð telvað í Skákinum seinasta vikuskiftið.

Seinasta vikuskiftið skipaði Klaksvíkar Talvfelag (KTF) fyri eini serstakari vikuskiftis-talvkapping í 5 umførum nevnd KBI-open 2005, ið er ein góð upphiting fyri telvararnar, nú eitt kappingarár stendur fyri framman. Hetta var fyrstu ferð, at kappingin, sum er sponsorerað av KBI, verður fyriskipað.
 
Á www.faroechess.com kann ein lesa meira um hesa hugnaligu kapping, ið fór fram í hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelag, Skákinum. Umhugsunartíðin til hvørt talv var 1½ tími + 90 sek.
Byrjað varð fríggjadagin kl. 19.00 við einum umfari og so vóru tvey umfør leygardagin og tað sama sunnudagin, tá kappingin endaði.
 
Virðislønirnar vóru: 2.500,- kr. til nr. 1, 1.500,- kr. til nr. 2 og 1.000,- kr. til nr. 3.
 
Luttakararnir í kappingini vóru: Vagn Heldarskarð, Hans Kristian Simonsen, Finnbjørn Vang, Bogi Hansen, Herborg  Hansen, Tummas Martin Sólsker, Rani Baldursson, Dánjal P. Hansen, Rógvi Dragaberg og Klæmint Hansen.
 
Sostatt vóru allir luttakararnir heimahoyrandi í Klaksvíkar Talvfelag uttan tann eini, nevniliga Hans Kristian Simonsen, ið fyri nøkrum árum síðan gjørdist kendur, tá hann sum einasti føroyingur vann á mæta talvmeistaranum Garry Kasparov, tá hesin vitjaði her á klettunum.
 
Og tað var júst Hans Kristian, ið vann kappingina. Hann vann øll síni talv í kappingini uttan tað eina, sum hann telvaði javnt ímóti Rógva Dragaberg.
Hans Kristian gjørdist sostatt einsamallur á fyrstaplássinum við 4,5 stigum, meðan tveir av lokalu, ungu og stinnu telvarunum, Rani Baldursson og Rógvi Dragaberg, gjørdust nr. 2 og 3 við 3,5 stigum í part.
 
Úrslitini í kappingini vóru annars hesi:
 
1. umfar:
Vagn – Hans Kristian: 0-1
Finnbjørn – Bogi:1-0
Herborg – Tummas Martin:0-1
Rani Baldursson – Dánjal P.: 1-0
Rógvi – Klæmint: 1-0
 
2. umfar:
Hans K.- Rani Baldursson:1-0
Tummas M.-Finnbjørn: 1-0
Rógvi- Vagn: 1-0
Dánjal P- Herborg: 0-1
Klæmint – Bogi: 0-1
 
3. umfar:
Rógvi- Hans K.: ½-½
Rani Baldursson – Tummas M.:½-½
Finnbjørn- Dánjal P.:1-0
Herborg- Bogi:
Vagn – Klæmint: 1-0
 
4. umfar:
Hans K- Finnbjørn: 1-0
Tummas M.- Rógvi:0-1
Bogi – Rani Baldursson:0-1
Herborg – Vagn: 0-1
Klæmint- Dánjal P.: 1-0
 
5. umfar:
Rani Baldursson – Rógvi:1-0
Tummas M.- Hans K.: 0-1
Finnbjørn – Vagn: 1-0
Dánjal P- Bogi: 0-1
Klæmint – Herborg: 0-1
 
 
Við hesum gjørdist endaliga støðan:
 
Nr. 1:    Hans Kr. Simonsen                             4,5 stig
Nr. 2-3: Rani Baldursson                             3,5 stig
Nr. 2-3: Rógvi Dragaberg                             3,5 stig
Nr. 4-5: Finnbjørn Vang                             3,0 stig
Nr. 4-5: Bogi Hansen                             3,0 stig
Nr. 6:    Tummas M. Sólsker                             2,5 stig
Nr. 7-8: Herborg Hansen                             2,0 stig
Nr. 7-8: Vagn Heldarskarð                             2,0 stig
Nr. 9:     Dánjal P. Hansen                             1,0 stig
Nr. 10:   Klæmint Hansen                             0,0 stig