Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu: Handilsmiðstøðin í Gøtu skal standa liðug í juni komandi ár

John William Joensen

Sigur borgarstjórin í Gøtu Kommunu, Hans Mourits Foldbo, sum vísir aftur tíðindum um at steðgur er komin í verkætlanina.

– Tað sum eg havi fingið at vita er at byggingin fer í gongd um einar seks til átta vikur og at flytast skal inni í juni mánaða næsta ár. 



– Eg kann sjálvandi ikki garnatera nakað, men nevndin sum arbeiðir við verkætlanini hevur sagt at har vera einari 17 til 18 handlar og eini 50 arbeiðsplás. 



Kommunan í Gøtu skal á fund við mennirnar aftanfyri handilsmiðstøðina í Gøtu og eftir tann fundi segði borðarstjórin seg vita meira um verkætlanina. Tað var á bygdaráðsfundi tann 20. apríl 2006 at bygdaráðið í Gøtu avgjørdi at geva prinsipielt byggiloyvi til ein handilsbygning og tveir virkisbygningar í Gøtudali. Byggiloyvi er til ein handilsbygning á 5000 fermetrar og tveir virkisbygningar á 1000 fermetrar hvør. Talan er um eina samlaða verkætlan, ið samanlagt kemur at verða grundarlagið fyri einum handilssentri í Gøtudali. Aftanfyri stóru verkætlanina standa Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen, P/F Leif Mohr og P/F Alu-plast.