Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Olav fór – Halldis og Jonna tóku stafettina

Oliver Joensen

Hans Olav Hansen tannlækni givin á klinikkini

Fríggjadagin í farnu viku var móttøka Oman Eið, á Tannlæknastovuni hjá Hans Olav Hansen. Orsøkin var, at tannlæknin seinastu 33 árini, Hans Olav Hansen legði frá sær, sum sjálvstøðugur tannlækni 1. Januar í ár og at Tannlæknastovan Oman Eið, nú alment fór til verka við nýggjari leiðslu, nevniliga við teimum báðum tannlæknunum Jonnu Sjúrðarberg og Halldis á Grønastøð.

Tær báðar, Jonna og Halldis hava keypt Tannlæknastovuna frá Hans Olavi, men leiga hølini frá honum, tí búleikast Tannlæknastovan framvegis Oman Eið.

Í Røðu síni fríggjadagin segði Hans Olav eitt sindur um tíðina sum farin er. Hann greiddi frá, at hann og konan Jóhanna, fluttu úr Havn til Klaksvíkar í 1978.

Hans Olav var liðugur á tannlæknaskúlanum í 74 og arbeiddi í tvey ár, sum tannlækni í Haderslev. Hann kom til Havnar at arbeiða í 76. Hans Olav segði í røðu síni, at tá var trupult at fáa nakað at búgva í í Havn. Grundstykki kundi hann fáa úti Argjum, tí Kolmansmýra var uppbygd tá og grundstykkir kundu fáast á Argjum, men tey vóru so evarska smá, at tað høvdu tey bæði, Hans Olav og Jóhanna ongan hug til.

Bogi á Steig, skúlatannlækni í Klaksvík, stóð júst tá og manglaði ein tannlækna. Klaksvíkar Kommuna útvegaði hus til nýggja skúlatannlæknan, so Hans Olav tók av og tey bæði fluttu til Klaksvíkar í húsini sum Hans Arni Joensen, sáli hevði átt í Víkunum.

Tað var eitt rætt val, vit gjørdu. Ikki tí, eg hevði góðar arbeiðsumstøður í Havn, men her kundu vit fáa grundstykki at byggja á, og fólk flest vóru hampulig og lagalig.

Sum sagt, so komu vit til Klaksvíkar í 78 og eg arbeiddi sum skúlatannlækni til 1982, tá eg byrjaði sjálvstøðugt virki í kjallaranum Oman Eið 4. oktober.

”Frá fyrsta degi havi eg kent meg vælkomnan og alla tíðina hevur verið nokk at gjørt og meira enn tað.” segði hann í røðu síni fráfaringardagin .

Eisini kom Hans Olav inn á tíðina í 80-unum. Millum annað var neyðugt at hugsa seg um, tá fólk skuldu hava tíðir at koma til tannlæknan. Gerda Færø, ið stóð fyri tíð, mátti ansa eftir at geva monnunum tíðir alt eftir um streymurin var góður ella vánaligur. Fylgja við nær línubátarnir vóru inni og so framyvir. Vanligt hevði ikki verið, at fólk vildu hava tannlæknatíðir í arbeiðistíðini. Men hetta broyttist.

Hans Olav segði: ”Síðst í 80-unum, í teim góðu fiskiárunum bóðu fólk um tíð hjá tannlækna í arbeiðstíð, tí tey vóru so troytt og niðurkoyrd av arbeiði.”

Men so kom kreppan í 92

”Nú vildu fólk ikki til tannlækna í arbeiðstíð; men aðrar tíðir á degnum, eisini leygardag. Tó, tað var ríkiligt at gera hjá okkum. Fólk ynsktu at tenninar skuldu haldast við líka, sjálvt um pengarnir vóru fáir”. Vanliga fólkið hevði ikki ráð til meira enn at gera tað mest neyðuga við tenninar.

Og Hans Olav helt áfram:” Peningaliga var støðan hjá Tannlæknastovuni at samanlíkna við eitt flakavirki, ið bara arbeiddi upsa. Nógvur fiskur var arbeiddur; Men skiftisavlopið var lítið.

Trupulleikin í 90-unum var eisini tann, at vit vóru einsamøll privat tannlæknastova í Norðoyggjum. Í grundini høvdu vit vakt alt samdøgrið, hvønn dag í vikuni, alt árið. Hetta rættaði seg ikki fyrr enn tá undirsjóvartunnilin kom í 2006 og vit fingu vaktarskipan fyri norðureysturøkið”.

Nú sá alt gott út hjá Hans Olavi Hansen, tannlæknastovuni og húskinum. Men so kom lagnuárið 2007.

Um tað, segði Hans Olav, honum so líkt, stutt og beint fram: Í 2007 misti eg líkasum flogið. Jóhanna fór, og eg misti annað eygað, alt innan fyri eitt hálvt ár. Hatta við eyganum gjørdi, at eg havi havt høvuðpínu hvønn dag síðani. Tað var strævi.

Fari at biðja fólk orsaka, um eg onkuntíð havi verið eitt sindur ótolin og stressaður!”

Til seinast takkaði hann starvsfólkum og øðrum fyri tíðina og segði:

”Eg startaði við at nevna, at onkuntíð má man velja. Síðsta vár avgjørdi eg, ate g helt uppat við tannlæknavirkinum nú 1. Januar í ár.

Eg var móður, av at hava havt høvuðpínu hvønn dag aftaná arbeiðistíð líka síðani eg misti eygað í 2007.

Eg eri sera glaður um, at Jonna og Halldis hava tikið stafettina víðari fram á leið.

Faktiskt eri eg sloppin av við høvuðpínuna. Norðoyingar hava fingið eitt sindur lættari við at koma til tannlækna. Øll áttu soleiðis at verið glað.

Jonna og Halldis. Alt tað besta framyvir!

Eg haldi eg valdi rætt”. Segði Hans Olav Hansen í røðu fráfaringardagin hjá sær á Tannlæknastovuni Oman Eið og á móttøkuni hjá nýggju tannlæknastovuni TANNSPENN, Oman Eið, sum Jonna og Halldis fara at reka frameftir.

Oliver