Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Pauli fær kapping

Jákup Ósá

Her er dagførdi upplegg listin í Effodeildini. Hans Pauli Samulsen er enn á odda.

Kanska heldur óvæntað eru taðleikarar úr TB og FC Suðuroy, ið nú geva Hans Paula Samuelsenharðastu kappingina í toppinum í kappingini um at leggja upp tilflest mál.

Síðsta umfar áðrenn summarsteðgin gjørdi TB liðskiparinRógvi Joensen eitt ordiligt ”hál” á upplegg listanum. Hann legðiupp til øll trý málini hjá TB, ið vann 3-2 móti EB/Streymi ájóansøku. Samstundis hevur Høgni Madsen úr FC Suðuroy lagt upptil nógv mál seinastu umførini, serliga uppá frísparksinnleggella hornasparksinnlegg. Tað ger, at tað eru hesir báðir, samanvið Árna Frederiksberg úr NSÍ, ið hótta mest hjá Hans PaulaSamuelsen úr B36, ið nærum alla kappingina hevur ligið á odda.Júst Hans Pauli legði upp til tvey mál í seinasta dystinum áðrenn summarsteðgin, og tað tryggjaði honum 1. plássið, ið RógviJoensen annars hevði tikið.

Upplegg listin sær soleiðis út:

10 upplegg:

Hans Pauli Samuelsen (B36)

9 upplegg:

Rógvi Joensen (TB)

8 upplegg:

Høgni Madsen (FC Suðuroy)

Árni Frederiksberg (NSÍ)

7 upplegg:

Jann Martin Mortensen (NSÍ)

6 upplegg:

Magnus H. Olsen (NSÍ)

Einar Tróndargjógv (NSÍ)

Ari Ellingsgaard (ÍF)

Jóannes Bjartalíð (KÍ)

Súni Olsen (Víkingur)

5 upplegg:

Lukasz Cieslewicz (B36)

Andreas Lava Olsen (Víkingur)

Kenan Hajdarevic (KÍ)

Klæmint A. Olsen (NSÍ)

Seinni fáa vit útgreining av, hvussu nógv mál hjá hvørja leikara koma uppá deyðbóltar antin sum hornasparksinnlegg ella frísparksinnlegg.

Harleyfacadeacryl