Fyri løtu síðan boðaði Hans Pauli Strøm frá at hann legði frá sær sum landsstýrismaður, og sambært landsstýrismanninum var tað hansara egna avgerð
Javnaðarflokkurin hevur allan dagin fundast um niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini og niðurstøðan á hesum fundinum var at hon var sera tyngjandi fyri landsstýrismannin. Tó vóru tingmenn ikki samdur um at landsstýrismaðurin skuldi leggja frá sær.
171 mió. kr. í meirnýtslu
Tann 1. juli 2009 kom Landsstýrismálanevndin til ta endaligu niðurstøðu, at verða vantaðu inntøkurnar frá sølu av íbúðabygningunum, 95 mió. kr., ikki tiknar við, so er samlaða meirnýtslan fyri alt økið almanna- og heilsumál árini 2005 – 2008 um 171 mió. kr.
Nevndin sigur víðari at sambært stýrisskipanarlógini § 43, stk. 2, 1. pkt. má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Sambært stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Niðurstøðan hjá nevndini er greið og sera tyngjandi fyri Hans Paula Strøm: " Við tilvísing til omanfyristandandi er Landsstýrismálanevndin komin til ta endaligu niðurstøðu, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur borið seg ólógliga at!"
Kennir seg politiskt forfylgdan av Tjóðveldinum
Á tíðindafundi fyri løtu síðan segði Hans Pauli Strøm at hann kendi seg politiskt forfylgdan av Tjóðveldinum og tá eingi útlit vóru fyri at henda jagstranin fór at halda uppat var best at hann legði frá sær, so friður kundi aftur verða um málsøkið.
Hann segði seg hava reina samvitsku um at hann hevði umsitið sítt málsøkið á fullgóðan hátt.
Aksel Jóhannesen í Heilsumálaráði ?
Javnaðarflokkurin hevur ikki enn tikið støðu til hvør verður nýggjur landsstýrismaður men eitt gott boð er nýggi Norðoyatingmaðurin, Aksel Jóhannesen.
Men meira um hetta seinri




