Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Pauli Samuelsen aftur til B36?

Jákup Ósá

Hans Pauli Samuelsen hevur tosað við trý feløg um 2017.

Tað tykist sannlíkt, at Hans Pauli Samuelsen aftur verður at síggja í B36 í 2017. Hann hevur eisini tosað við tvey onnur feløg.

Hans Pauli Samuelsen hevur vunnið føroyameistaraheitið fýra ferðir. Í 2008 og 2012 við EB/Streymi, í 2015 við B36 og í 2016 við Víkingi. Tískil er hann millum mest vinnandi leikararnar í Føroyum seinastu árini. Í fjør var hann millum bestu leikararnar í deildini, tá hann spældi við B36, og m.a. legði upp til flest mál í deildini. Í Víkingi vóru avrikini meira óstøðug og serliga fyrsta partin av kappingini sá hann út til at hava trupult við at tilpassa seg inn í spælikonseptið hjá Víkingi. Sum árið gekk kom hann seg og nakrar dystir avgjørdi hann. 8 mál og 6 upplegg tala eisini fyri, at hann ikki hevði nakað vánaligt kappingarár.

Aftur til B36?

Hans Pauli hevur ikki nakran sáttmála fyri 2017. Leysasøgurnar siga, at hann ikki heldur fram í Víkingi, og at samráðingarnar við B36 eru komnar langt. Men sjálvur sigur Hans Pauli, at so langt er tað ikki komið.

– Eg havi tosað við Víking, EB/Streym og B36. Men vit eru ikki komin til, at eg havi bundið meg til nakað. Tað fari eg at finna útav nú. Eg havi í samráð við familjuna fyri stuttari tíð síðani avgjørt at spæla aftur komandi ár, og nú vænti eg ikki, at tað gongur long tíð, til eg havi funnið mær eitt felag til komandi ár, sigur Hans Pauli Samuelsen við Norðlýsið.

Barnsdómsfelagið EB/Streymur hevur neyvan fíggjarligu styrkina til at kappast við toppfeløgini um ein slíkan leikara, meðan Víkingur hevur fingið Adeshina Lawal og tí kanska ikki leggur so nógv fyri at varðveita Hans Paula, tí á pappírinum sær Víkingur út til at hava nokk av fólki til álopskendu plássini. Men hetta eru bara gitingar. Meðan Hans Pauli og B36 hinvegin tóktust passa sera væl til hvønn annan í 2015. Tá B36 hevur latið Sebastian Pingel fara, so er ikki óhugsandi, at felagið leggur nógv fyri at fáa Hans Paula aftur. Tí er B36 helst í løtuni besta boðið uppá felagið hjá Hans Paula Samuelsen í 2017.

Dagføring kl. 22.07: B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Christian R. Mouritsen. Tað setir spurnartekin við, um Hans Pauli fer til B36, hóast partarnir hava tosað saman.