Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Petur Clementsen, deildarleiðari hjá Føroya Banka: Norðoyatunnilin kemur væntandi at hava positiva ávirkan á húsamarknaðin

John William Joensen

Leiðarin hjá Føroya Banka í Klaksvík, Hans Petur Clementsen, vantar at Norðoyatunnilin fer at hava eina positiva ávirkan á húsamarknaðin í Klaksvík.


– Sambart borgarstjóranum so ætlar Kommunan at útvega 40 grundstykkir og síðan 30 afturat so í nærmastu framtíð vera umleið 70 grundstykkir tøk og tí vanti eg ikki at húsaprísurin framvegis fer at stabilisera seg.
– Langi bíðilistin eftir grundstykkjum hevur uttan iva havt ávirkan á at  sethúsaprísurin seinastu árini er hækkaður munandi og at hann í løtuni er met høgur.
– Sum støðan er nú so er lítil munur millum prísin á gomlum og nýggjum húsum sum eru til sølu. Fólk hava ikki tol at bíða til grundstykkir vera tøk og tí eru tað mong sum bjóða upp á tey húsini sum eru til sølu.
– Sjálvur trúgvi eg ikki at sethúsaprísurin fer at hækka nógv afturat tí um vit hyggja eftir hvat skal forrenta høga prísin, so er tað serstakliga inntøkur frá fiskivinnuni og tær svinga jú.
Norðoyatunnilin
Um eina langa viku verður koyrandi um Leirvíksfjørð og roknar Hans Petur við at tunnilin kemur at hava eina positiva ávirkan á sethúsaprísin.
– Tá tunnilin letur upp verða Leirvík, Kambsdalur, Fuglafjørður og Gøta jú upplagdir møguleikar hjá ungfólki sum ætla at seta búgv.
– Í bankanum hava vit eisini seinastu tíðina merk til at ungfólk, sum hava staði á bíðilista til grundstykki í Klaksvík, hava heldur valt at seta seg niður aðrastaðni. Seinasta mánaðn hava vit havt nøkur dømi um hetta og eg trúgvi at hetta er ein ábending.
– Fáa vit fleiri grundstykkir í Klaksvík innan stutta tíð samstundis sum Norðoyatunnilin gevur ungum familjum møguleika til at seta búgv í eysturoynni vanti eg at hetta samanlagt kemur at merkja at sethúsaprísirnir neyvan fara at hækk munandi. /Men sjálvandi kann eingin vita hetta við vissu.