Ídag verður Hanus Bærentsen, ein av eldsálunum í Skúlanum á Ziskatrøð 55 ár.
Hanus er ættaður av Sundi og kom til Klaksvíkar beint eftir loknan læraraskúla, og síðani hevur hann starvast her.
Ikki minst er hann kendur fyri fyrimyndarligu fyriskipanina og stýringina av 10 flokkunum í Klaksvík, ein skipan ið aðrir skúlar kopiera higani.
Hanus hevur, umframt at ganga uppí skúlaarbeiðið við lív og sál, verið okkum á Norðlýsinum ein hollur stuðul.
Vit fara her at takka honum fyri fyrimyndarligt samstarv og ynskja honum nógv góð ár afturat í skúlanum.




