Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus fylti allan Vágsbø

John William Joensen

Triðja árið á rað hevði trubadururin, Hanus G. Johanesen, fingið pláss á Summarfestivalinum.

Sigast má, at hansara framførsla var millum tær bestu á festivalinum í ár.
Av tí at nógvar broytingar vóru í skránni, so fekk ein tann størsti tónleikarin úr Klaksvíkin pláss á Vágsbøi. Hetta var ein broyting í skránni, sum ikki tyktist at hava stóra ávirkan á fjøldini á bønum. Áhoyrararnir fjeppaðu, klappaðu og ikki minst, sungu við, tá Hanus sang hansara vælkendu vísusangir.
Tá Hanus steig á Stórapall á Vágsbøi fylti hansara vælkenda og sermerkta rødd og hansara góða gittarspæl allan Vágsbø. Einsamallur megnaði hann at framføra tónar og sang, sum fjøtraði áhoyrararnar.
Tá hann byrjaði at syngja og spæla, var tað sum um, at vit vóru borin burtur í annan heim. Yndisliga framførdi hann vælkendar yrkingar hjá m.a. Pól F. Joensen, sum hann hevði sett tónar til.
Ikki bert tá hann stóð einsamallur við gittara, men enntá tá hann legði ljóðførið frá sær, helt hann fast í stóru fjøldini. Megin í hansara sangi helt fjøldina hugfangaði í samfullar minuttir.
Mitt undir framførsluni hoyrdist, at flogfarið við teimum tónleikarunum, sum ikki høvdu fingið lent í Vágunum, nú vóru lendir. Tað fyrsta sum mær rann í hug, var at so mátti Hanus fyrr ella seinni fara av pallinum, soleiðis at onnur kundu koma framat. Mær hevði dámt, at hann helt áfram at spæla og syngja til tann ljósa morgun.
Fjøldin var við honum, soleiðis, sum ein fjøld kann verða hugtikin av einføldum tónum við mergjaðum orðum. Hanus hevði eina sera góða framførslu leygarkvøldið. Onkur helt fyri: læt okkum byggja ein bústað her  her er so gott at vera! Enn einaferð staðfesti hann, at hann er ein tann størsti vísusangarin, sum vit eiga.

Harleyfacadeacryl