Fólkatónleikarin Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum Summar Festivalinum, og í kvøld spælir hann aftur á festivalinum.
Fólkatónleikarin Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum Summar Festivalinum, og í kvøld spælir hann aftur á festivalinum.
Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, var Hanus G. Johansen ein av tónleikarunum, sum framførdu á festivalinum. Tað gjørdi Hanus eisini árið eftir og árið eftir og hvørt ár síðani tá.
Í ár verður tíggjundi Summar Festivalurin hildin, og í kvøld framførir Hanus fyri tíggjundi ferð sum solistur á festivalinum. Hanus hevur eisini havt framførslur við Ólavur Presley and his dirty Rag Rags.
Hanus, sum framvegis er sera virkin við útgávum og framførslum, hevur sína framførslu í Tele tjaldinum í kvøld kl. 21.00.




