Tað verður eitt brak av undirhaldi á “Posthúshjørninum”,sum vit plagdu nevna økið við rundkoyringina í Vági í Klaksvík.
Vit sum eru komin nakað til árs,minnast væl Hanus G, ella Hanus Gerdum Johansen, tá hann á ungum døgum plagdi at hava ein “happyning” við gittara sínum á økinum ímillum posthúsið og gamla kirkjugarð.
Tað var her ungdómurin hittist, og tað er her, býráðið ætlar at nýggja mentanarhúsið skal liggja í framtíðini. Býráðið hevur ognað sær posthúsið og ætlanir eru um at byggja konsertsal og annað afturat posthúsinum.
Men nú, setir borgarstjótin Jógvan Skorheim, á odda fyri býráðnum fokus á komandi mentanarøkið, við at skipa fyri einum braki av undirhaldi uttanfyri posthúsið, um tað viðrar, annars inni. Samstundis fer býráðið at heiðrað eitt lokalt listarfólk við “Nólsoyar Pálls heiðursbrævi” og sømdargávu.
Í nevndini, sum hevur valt út listafólkið hesaferð, hava sitið, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Archibald Black, listamaður og Oliver Joensen, blaðstjóri.
Tað er annars Elsa Olsen, nýggi leiðarin á Kunningarstovuni í Klaksvík, sum leggur til rættis kvøldið, og skipa er so fyri, at sjónvarpið fer at senda úr Klaksvík frá heiðurshandanini og annars live myndir av Klaksvík frá kvøldinum og ikki minst á miðnátt.
Við til kvøldið hoyrir eisini, at drykkivørður kunnu keypast á økinum, okkurt ókeypis til børnini og harafturat bjóðar Klaksvíkar Býráð suppu til øll. – Vit hopa og vænta eitt gott kvøld.
Nýggjárshald í Klaksvík – Skrá
22.00: Vælkomin
22.05: Lindi Gardar
22.20: Hans Andreas
22.35: Quarter to three
22.50: Archiebald greiðir frá grundgeving fyri listavirðisløn
22.55: Jógvan Skorheim handar listavirðisløn
23.00: Hanus G. Johansen
23.25: Rudolf hugleiðir um nýggjár
23.35: Syngið við – Steintór Rasmussen
23.59: Felags niðurteljing
00.00: Nýggjár – Fýrverk




