Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Hansen og Jacob Vestergaard áttu at tikið fyrsta flúgvaran yvir til Murmansk

John William Joensen

og ikki komið aftur fyrr enn málið var loyst, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum Jan Højgaard, sum hevur ábendingar um at sektaruppskotið, sum russar arbeiða við liggur um 50 mill.kr. og tí er at meta við gíðslatøku

– Málið um Skálaberg er at meta við reina gíðslatøku, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard.

– Sum vit skilja málið so arbeiða russar við einum sektaruppskotið, sum verður roknað út eftir viðrinum á lastini, sum Skálaberg hevur fiskað av kvotuni hjá Sundabergi.

– Hetta er næsti túrurin Skálaberg fiskar av kvotuni hjá Sundabergi og tað vil siga at sektaruppskotið kann koma at ljóð uppá einar 50 mill. krónur.

– Hetta er at meta sum rein gíðslatøka, og tí haldi eg at reiðarin, Hanus Hansen, og landsstýrismaðurin í Fiskimálum, Jacob Vestergaard, áttu at farið yvir til Murmansk, skjótast gjørligt og ikki komið heima aftur fyrr enn málið varð loyst.

– Hetta havi eg sagt í telduposti sum er sendur reiðaranum, fiskimálaráðnum og manningini á Skálabergi.

Landsstýri átti at fingið mennirnar heim.
– Eg kenni einki mál sum líkist hesum. Eg haldið at føroysku myndugleikarnir nú áttu at keypt ferðaseðil til mennirnar fyri at fingið teir heim.

– Umstøðurnar umborð gerðast verri, sum tíðin gongur og í løtuni fáa teir ikki vaskað sær tí vatni, sum teir hava fingið umborð frá russum, luktar illa av olju.

– Vit fáa teldupostar og uppringingar frá avvarandi, sum kæra sína neyð og eg haldið at tað er undir allan kritikk at eingin kennir ábyrgd í hesum málinum.

– Latið okkum fáa mennirnar heim og so tosað um ábyrgdina seinri!

– Eg dugi ikki at síggja hví føroyskir myndugleikar ikki kunnu rinda ferðaselar til sjómenn, sum eru illa komnir tá landskassin hvønn mánaða betalir flogferðaselar til starvsfólk og ráðharra í uttanríkisráðnum, sum ferðast til hvørt dansitiltak sum er uttanlanda.