Í tíðindaskrivi frá Føroya Grunninum verður boðað frá at Grunnurin hevur selt 67 % av partabrøvunum í JFK
Í tíðindaskrivinum, sum formaðurin fyri grunnin, Leif Abrahamsen, hevur undirskrivað verður sagt at partabrøvini eru seld fyri kurs 140.
Brot úr tíðindskrivinum:
…. 67% svara til 82 mió. kr.. Hetta merkir, at grunnurin fer at eiga 33% av fyritøkuni umframt at eiga 82 mió. kr. í tøkum peningi. JFK hevur seinastu árini havt eitt miðalyvirskot uppá 5,5 mió. kr., so grunnurin heldur, at prísurin fyri partabrøvini er góður.
Endamálið fyri søluni er fyrst og frems at spjaða váðan hjá grunninum. Føroya Grunnurin hevur higartil bundið allar ognirnar í JFK, sum er ein tann sørsta fiskivinnufyritøkan í landinum. Útlitini í fiskivinnuni eru ikki so bjørt, tí varð avgerð tikin um at selja, nú grunnurin fekk eitt gott tilboð.
Hóast søluna, so eigur Grunnurin framvegis 33% í JFK, og hevur tryggjað sær, at rættindini í Barentshavinum ikki verða seld úr felagnum uttan, at grunnurin samtykkir hesum.
Tað hevur viðgað tungt í avgerðini hjá grunninum, at talan er um eina loysn, sum er ankrað í Klaksvík, tí lokalahugamálini hava altíð verið ein týdningarmikil partur av tilveru grunnsins……
Hanus stjórsti eigarin
Av teimum 67% unum eigur Sparikassin tey 16% ini og Hanus Hansen 51%.
Sambært heimasíðuni hjá JFK, eigur felagið í dag fimm trolarar og tvey flakavirki.




