Hanus Hansen stjóri á JFK-TROL sigur við Norðlýsið at báturin verður handaður eigarunum tann 25. juni.
Tað er sjálvndi altíð drúgt tá seinasta hond verður lagt á ein nýggja torlara, men stjórin á JFK vantar at báturin kemur fyrst í juli mánaða.
Tað sum vit hava fingið at vita í dag frá skipasmiðjuni er at Skálaberg verður handaður tann 25. juni. Um tað heldur stikk, so kunnu vit vanta at báturin kemur á Klaksvík fyrstu vikuna í julimánaða, men tað kann sjálvandi altíð broytast.
Myndarøð
Portalurin hjá Norðlýsinum hevur fylgt byggingini og í dag hava vit sum sagt fleiri myndir av nýggja Skálaberg sum verður riggaður til við bryggjuna í Tromsø.
Myndirnar hevur Louis Poulsen tikið.




