Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus í Smæruni

Orð og myndir: Dávur Winther

Kl. 15 í dag stóð Hanus Lassen á skrá í Smæruni – hetta í sambandi við torravikuna, har hann hugleiddi um sjólívið.

Kl. 15 í dag stóð Hanus Lassen á skrá í Smæruni – hetta í sambandi við torravikuna, har hann hugleiddi um sjólívið.

Samstundis var ein forvitnislig myndaframsýning í Smæruni við golmum myndum úr Klaksvík, sum nógv gjørdu sær dalt av – og Smæran var enn einaferð fullsett.

Hanus hevur sum so mangur annar verið við Sjúrðarbergi og hevur hann eisini frálíkar myndir frá hesum túrunum, seinast í 50-unum.

Hanus greiddi frá ringu ferðini til fiskileið undir Grønlandi á fyrsta sinni, men at morbróðurin, Jógvan í Norðnastovu, var rastur at eggja honum, læra hann og halda Hanusi til øllum tí, ið lærast skuldi, fyri at verða ein raskur sjómaður.

Ferðin yvir var ófantalig og sjóverkurin ringur. Teir svóu har framma fleiri saman, har tað var trongligt og lítið heimligt ella hugnaligt. Tað gekk ein løta at ernast aftur, men so byrjaði gerandisdagurin og Hanus mátti taka fatt. Tað gekk og Hanus mentist sum hinir og gjørdi mansverk.

Hanus hevði nógv at siga frá, um hvussu skipið legði seg í ringum veðri, og at tað stundum var at undrast á, at man kom undan, sum hann segði.

Hanus hevur eisini siglt nakað úti, áðrenn hann eftir hondini fór umborð á Smyril (Mols), sum eisini sigldi millum londini og var avloysaraskip ymiskar staðir. Síðani umvegis onnur skip endaður umborð á nýggja Smyril, sum vit nú kenna.

Fólk vóru komin víða frá at lurta – Teirra millum ein skálvíkingur, Finnur, sum hevur siglt nógv við nótabáti – byrjaði hjá Eiler, men er nú niðri í Hirtshals eisini. Hann grein eftir, at fyrstu ferð hann fór til Klaksvíkar, tók tað tveir dagar um ferðina. Nú tók tað 5 korter av Gomlu Rætt, eftir at hava siglt 20 min. at koma til Klaksvíkar.

Erland og Poli spældu hugnaligar harmonikutónar afturvið einum kaffimunni, so har var ikki keðiligt – Takk til Smæruna, at tit hava verið og eru so væl við á torradøgunum.