Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Jacobsen er effektivasti verjuleikarin í Effodeildini

Jákup Ósá

Vinstri bakkurin hjá Víkingi hevur verið sera eyðsýndur hetta kappingarárið.

Hanus Jacobsen telist millum royndastu leikararnar í Effodeildini. 32 ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt 319 dystir. Hann hevur havt eitt av sínum bestu kappingarárum í ár. Hanus er í serklassa, tá vit hyggja eftir, hvørjir verjuleikarar eru vandamiklast, hvat málum og uppleggum viðvíkur. Hanus hevur skorað tvey mál, lagt upp til seks mál og átt triðseinasta fótin á trimum málum. Tilsamans hevur hann sostatt verið avgerandi partur av 11 málum í 15 dystum. Teir sum eru nærmast honum eru Bárður J. Hansen, Einar Tróndargjógv og Gert Hansen. Har skal havast í huga, at Bárður hevur spælt størsta partin av sínum dystum longri frammi á vøllinum fyri NSÍ.

Topp 5 listin fyri mál/upplegg yvir verjuleikarar sær soleiðis út:

8 mál/upplegg: Hanus Jacobsen (Víkingur)

6 mál/upplegg: Bárður J. Hansen (NSÍ)*

5 mál/upplegg: Einar Tróndargjógv (NSÍ)

4 mál/upplegg: Gert Hansen (Víkingur)

3 mál/upplegg: Jógvan Rói Davidsen (HB)

* spælt nógvar dystir sum miðvallarleikari/álopskendur kantur