Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus og Elsebeth á Sisiliu

Tíðindaskriv

Fólkaflokkurin luttekur á einari ráðstevnu hjá “The Alliance of European Conservatives and Reformists,” sum er á italsku oynni Sisilia um vikuskiftið. Umboðini hjá Fólkaflokkinum eru Hanus Samró og Elsebeth Mercedes Gunnleygdóttur. Felagsskapurin er ein konservativur, borgarligur, nýskipanarsinnaður og ikki minst ES-skeptiskur felagskapur.

Heitið á ráðstevnuni er “The Second Messina Conference,” og er hon eitt framhald av fyrru “Messinu” konferansuni, ið legði lunnar undir kol-og stál-uniónina í 1955. Hetta gjørdist hornasteinurin undir Evropa samveldinum. Evnið á ráðstevnuni er, hvussu høvdu vit sniðgivið ES við vitanini, sum vit hava í dag. Er eitt alternativt model, ið er grundað á viðurkenning av parliamentariskum soverigniteti, kapping millum stovnar, persónligum frælsi og “rule of law”? Fólkaflokkurin gjørdist fullgildigur limur í felagsskapinum fyri konservativar og nýskipanarflokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists, í november. Ein av orsøkunum var, at fólkaflokkurin ynskir at skapa betri og tættari sambond við ES-parliamentarikarar, har vit kunnu greiða frá og leggja føroysku sjónarmiðini fram, hvat viðvíkur sild og makreli. Tað er umráðandi í hesum sild- og makreldøgum, at Føroyar hava vinir millum fíggindar. Umboðini hjá fólkaflokkinum koma aftur mánadagin.

Harleyfacadeacryl