Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Har Best merkir Best

Høgni Klakkstein

Leygarkvøldið 25. juni vitjaði Summartónar í Klaksvík, tað varð Atlantis sum var karmur um eina fantastiska framførslu frá bólkinum Pillow.

Har Best merkir Best
 
Í hesum døgum ljóma fagrir summartónar um alt landið. Summartónar 2006 fór av bakkastokki hósdagin 23 juni. Síðani 1992 hevur verið skipað fyri Summartónum í Føroyum, og endamálið hevur øll árini verið at veita áhoyrarum, tónleikarum og tónaskøldum høvi at uppliva og framføra tað besta av tónleiki her heima og úr okkara grannalondum.
Í fjør varð Jazzfestivalurin lagdur saman við Summartónar. Royndin varð væleydnað, og tónleikarar og tónaskøld frá teimum ymisku rytmisku tónleikasløgunum vóru, eins og partiturtónaskøldini, samd um at halda fram við verkætlanini. Hóast tiltakið gjørdist eitt nýtt konsept, so bleiv navnið Summartónar varðveitt.
 
Leygarkvøldið 25. juni vitjaði Summartónar í Klaksvík, tað varð Atlantis sum var karmur um eina fantastiska framførslu hjá Pillow. Pillow  ella Hotn Spicy, sum teir kallaðu seg til fyri heilt stuttum  varð til undir eini jam session á heysti 2000. Norðmennirnir Lars Tormod Jenset og Svein Erik Martinsen, ið spæla ávikavist kontrabass og akustiskan guitar, hittu tann danska violinspælaran Bjarke Falgren, og síðani hava teir roynt at víðka mørkini fyri, hvussu ein jazztrio kann ljóða. Teir hava megnað at funnið sín egna stíl, til tíðir kann tykjast sum tú hoyrir eina kvartett, hóast Pillow bert er ein trio. Fjøltáttaði rytmiski leikluturin millum ljóðførini, skapar eina rættuliga umskiftandi ljóðmynd. Tó er tað serliga tað nýskapandi og, framúr góða, violin spælið hjá Bjarke Falgren, ið er við til at beina Pillow inn á serliga Pillow ljóðið.
Tá Pillow í 2002 gav sína fyrstu fløgu út, Journey, vóru teir allir undir útbúgving á Rytmiska tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Nú eru fýra ár gingin, og upptøkurnar til næstu fløguna eru gjørdar, men enn er fløgan ikki útkomin.
 
Hóast Pillow er ein jazztrio, so merkir tað ikki at teir spæla traditionell jazz-swing løg, teir framførdu fleiri egin, og relativt popput løg, eitt nú tulkaði teir eisini okkurt hjá The Beatles. Tað var serliga Svein Erik sum stóð fyri sanginum, meðan hinir sungu kór. Allir tekstir vóru á enskum, og røddin hjá Svein Erik minti ikki sørt um røddina hjá John Mayer í støðum.
 
Annars var stílurin rættuliga fjøltáttaður. Onkur bass linja minti um okkurt hjá Johnny Cash. Okkurt sum koyrdi natúrligt og flótandi í 7/8 í A sektiónini og síðan fór í 6/8 við 2 yvir 3 feel í B sektiónini, minti í støðum um okkurt heitt og elegant hjá Sting. Okkurt togaði meira yvir í nakað rættuliga dynamiskt, livandi og til tíðir sigoynara líknandi. Síðsta lagið á konsertini bleiv eitt vælkent spanskt inspirera flamenco lag hjá Chick Corea, sum kallast Armandos Rhumba. Hevði Chick verið millum áhoyrararnar í Atlantis hetta kvøldi, so hevði hann óivað nikka og sent Pillow eitt jaligt smíl.
 
Samanspæl og musikalitetur varð á rættiliga høgum støði, og organiska ljóðið frá akustisku ljóðførunum, umframt eina framúr góða ljóðblanding, sum In-G stóð fyri, styrkti enn meir um framførsluna.
Atlantis er so nógv tað best egnaða staði í Føroyum til tílíkar góðsku framførslur, einki/eingin órógvar, fokus er á tað sum hendir á pallinum, ljóð viðurskiftini í salinum eru framúr góð til tílík ljóðføri  ella sum heild til tónleik sum ikki er ov harður, stólarnir eru góðir at sita í, og tílík smá, hugnalig og góð spælistøð koma altíð at geva eina meiri inniliga og gevandi framførslu.
Eg skal enda við at siga; at hetta var ein tann besta framførslan eg havi hoyrt í Føroyum í fleiri ár. Av tí at konsertin var útseld, so kunnu øll, sum ikki sluppu inn hesaferð, frøast um at Pillow  møguliga kemur aftur at framføra í Atlantis, hetta verður so antin í november í ár, ella januar í komandi ár.