Tað var vorðin dagsins ordan tá íð tíðinmi, at Filistar kidnappaðu smiðir Hebrear (Ísraels) so man kannska ikki festi seg so nógv við tað eftirhondini, at ein smiður reyk nú og tá, tað sakaði ikki so nógv, men tað kom afturumaftur, at hava sovi í tímanum.
Tað var vorðin dagsins ordan tá íð tíðinmi, at Filistar kidnappaðu smiðir Hebrear (Ísraels) so man kannska ikki festi seg so nógv við tað eftirhondini, at ein smiður reyk nú og tá, tað sakaði ikki so nógv, men tað kom afturumaftur, at hava sovi í tímanum.
Í longri tíð her heima hava fjølmiðlar borið tíðindi um fólkafráflyting úr landinum og hvussi man frá polittiskari síðu viðger evnið og vil royna at finna eina loysn á trupuleikanum.
Eingi amboð til Hebrear.
Mín tanki aftanfyri hesar linjur er úr halgu bók, um tað ferðina fyrsti kongur m hetta Ísraels Saul, kom til endan á stjórnartíð og lívi sínum. Tað var um hetta mundi filistar, fýggjindar teirra vóru komnir í tankar um at kidnappa smiðirnar í Ísrael, filistar søgdu:”Hebrear skullu ikki smíða sær svør og spjót.”(1Sám.13,19)
Kann minnast úr Tingsalinum, hvussi ein av okkara fremstu undangongumonnum innan handverk í síni tíð, kundi standa á Tingsins røðarapalli, og tosa um skapandi hendurnar, handverkið, hann hevði eisini nakað at hava tað í, hann førdi fram, verkið eftir hann er sjónligt í høvðisstaðnum o.a.st. enn í dag.
Ein penan dag gjørdu Filistar álop á Hebrear. Kong Saul savnaði sín Her til bardaga, hann hevði vunni so mangt eitt slagið fyri land og fólk, við Saul á odda.
Snórar á øksl og armun uttan amboð
Men vegna handverkarloysi, so stóð Herður Sauls, ivaleyst prýddur við strípum á øksl og armum, og rúgvu av ísenkram í bringunum (um tað hevði verið nú í tíðini) uttan vápn, bert Saul og sonur hansara høvdu vápn í hendi henda lagnutunga dag, hvørs bardagi menniskjaliga sæ, var taptur uppá forhond fyri Ísrael, tá íð avtornaði, lógu bæði kong Saul og synir hansara eftirá.
Líka undan bardaganum ímillum Hebrear og filistar, hevði Sámuel profetur, persónliga lætið Saul vita.” Býttliga hevur tú fari at! Hevði tú haft varveitt boðorð Harrans, Guðs tíns, so sum hann beyð tær, tá hevði hann latið kongsvald títt yvir Ísrael staði við um allar ævir.” (1.Sám.13,13).
Listin yvir ymisku smiðinar innan øll økir er langur í okkara landi eftir umstøðunum, stórur partur virkar uttanfyri landoddarnar bæði á sjógv og landi, man kann lætt til tíðir koma at kenna seg, sum kidnappaðan, eins og smiðirnir í Ísrael á sinni. Men tað er útkoman tað kemur ann uppá, samtíðis sum ein kann yvirmannast av tankanum um hvussi man best kann koma heimaftur at virka.
Hann sum gav lívið, gav tess fyriskipan
Londini uttanum okkum stríðast eisini við at fólkatali ikki má minka, eins og vit her á landi. Men tað er m.a. í einm føri eitt ósamsvar í Skandinavien sum nakað skal gerast við, tá íð somu lond eisini okkara, hava eina lóggávu, sum m.a.frátekur óføddu borgarum rætt og verju til lívið og sum harvið møguliga vil forkoma stórum tali av evnum og smiðum innanfyri øll lívsøkir.
Av hesi orsøk, tíverri, hugsi eg at vit sum fólk lætt koma undir orð profetins til Saul:”Bíttliga hevur tú fari at ……” Varveitan av boðorðum Harrans er altíð útvegurin. Jóhannes M.Olsen




