Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harðasti lagnudystur nakrantíð hjá KÍ: Bussferð til HB-KÍ verður sunnudagin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Bláa Bylgjan skipar fyri bussferð til dystin í Havnini sunnudagin. Einki aldursmark er, og ei heldur er neyðugt at verða limur í Bláu Bylgjuni. Tilmelding innan leygardagin kl 18.00.

www.ki.fo og www.blaabylgjan.com skriva, at dysturin byrjar sunnudagin kl 15.00. Koyrt verður frá KÍ høllini (eystarumegin á parkeringsplássunum) kl 13.00.
 
Stemningurin millum bláu viðhaldsfólkini hevur verið framúr hesar báðar seinastu dystirnar, meðan leikararnir hava gjørt sítt á vøllinum við góðum úrslitum. Sunnudagin ætla vit okkum at vinna slagið bæði á og uttanfyri vøllinum.
 
Tilmelding á tlf  282822  (Hans Jacob Heinesen) ella á t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com (tá skal navn og tlf upplýsast)
Seinasta freist at melda til er leygardagin kl 18.00
 
Prísur:
Børn (undir 18 ár): 80 kr.
Vaksin: 100 kr

Harleywoodpaint