Nýggj tøl vísa víðfevndan harðskap móti skúlalærarum í Keypmannahavn, tí krevja eisini tey Radikalu at liðugt er við tosi, nú skal setast í verk 0-tolsemispolitikkur
Annar hvør lærari í fólkaskúlunum í Keypmannahavn er raktur av harðskapi og hóttanum frá næmingunum, tá tey gera sítt arbeiði, skrivar Berlingske Tidende.
Og harðskapurin gerst meiri og meiri útbreiddur. Bert eftir tveimum árum er talið á meldaðum kropsligum og sálarligum arbeiðsskaðum á skúlunum hækkað við 57 prosentum vísir ein starvsfólkaroknskapur, sum enn ikki endaliga er alemnt uppgjørdur í Keypmannahavnar Kommunu.
At hetta nú ger seg inn á lærararnar, fær Radikalu í Keypmannahavn til fullkomiliga at venda sær frá teirri støðutakan, teir áður hava havt.
“Her eigur beinanvegin at verða farið eftir einum nultolsemi í skúlunum. Mentanin líður nú undir einum avoldaðum hugsunarhátti, at allir trupulleikar kunnu loysast við tosi;” sigur limurin í Barna- og Ungdómsnevndini, Kasper Johansen, hjá teimum Radikalu, við Berlingske Tidende.
Óhampabørn eiga at verða burturvíst
Seinasta ár fekk kommunan 274 fráboðanir ímóti 158 í 2005. Aftanfyri harðskapstølini liggja, spørk, bíting, skallarar og kvørkratøk.
“Eg kenni skúlar, sum sleppa sær undan at boða frá harðskapi móti lærarum og løgreglu, tí ein er ræddur fyri, at tað er niðurlag fyri umdømi skúlans. Hetta er uttan fyri alt mark, alt eigur at verða fráboðað, og skúlarnir verða noyddir at burturvísa børnum, sum ikki kunnu vera hampulig,” sigur Jan Andreasen, sum er skúlaframsøgumaður fyri Javnaðarflokkin á Keypmannahavnar ráðhúsi.
Barna- og Ungdómsborgarstjórin Bo Asmus Kjeldgaard frá SF ger greitt, at hann vil hjálpa læararum við m.a. at hava skeið í kropsligari ósemjuhandfaring.
nj
Kelda: 180grader




