Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harley 40 ár

John William Joensen

KÍ-veteranurin sum helvtina av lívi sínum hevur myndað høgru síðu á fremsta liðnum hjá KÍ – fyllur fýrati ár í dag.

Eg minnist rættuliga væl fyrstu ferð vit møttust.

Eg var bert sjey ára gamal og spældi ein dagin á runuplenini uttanfyri hjá Kitty og Polaba á Bumshamri. 

Meðan eg og Kurt spæla ”uppá tvey mál” kemur ein drongur í ein-littari trenings-dragt, við tveimum strípum niður eftir síðuni, – rennandi oman eftir bønum sunnanfyri húsini hjá Bai.

Kurt – sum altíð hevur havt framúr góð evni at meta um fótbóltseginleikar hjá øðrum leikarum – segði avgjørdur: 

– Hasin drongurin eitur Harley – tey eru júst flutt til Klaksvíkar. Hann er framúrgóður málverji!

Orðini hjá Kurt vóru kanska ikki so løgin – tí stóra fyrimyndin hjá dreingjum í Klaksvík var Jógvan Linklett og tí vildi allur árgangurin hjá okkum verða málverjar.

Fyrsti dysturin
Í 1988 kom Harley fyrstu ferð á KÍ liðið í dysti í Fuglafirði. Árið eftir var hann við tá 2.lið hjá KÍ leikti søguliga dystin ímóti VB í Klaksvík, tá 1.deildarhópurin hjá KÍ noktaði at spæla. VB tapti óvantað 2-0 og er hettar uttan iva ein tann minningarríkasti dysturin hjá Harley. 

Harley var ein av stammuleikarunum á KÍ liðnum sum vann KÍ meistaraheitið í 1991 eftir 19 ár við ongum meistaraheitið og eisini tá KÍ vann greipuna í 1999. Seinastu 20 árini eru tað sera fáir dystir har Harley ikki hevur verið partur av KÍ hópinum.

Hjartaliga tillukku við degnum
John William Joensen