Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harley aftur inni í hitanum: Tíðin hjá mær á 1. liði er óivað við at renna út

John William Joensen

Harley Bertholsen sum síðan fyrst í 90 unum hevur verið stammuleikari hjá KÍ vantar at hansara tíð í 1.deild nú er farin at nærkast endanum

Ikki hevur verið nógv at sæð til Harley í ár hóast hann hevur vant dúgliga við hópinum hjá KÍ. Seinast hann leikti ein dyst á 1.deild var ímóti B36 í Klaksvík i steypakappingini fyri tveimum mánaðum síðan. Hann hevur tó av og á fingið nakrar fáar minuttir á vøllinum og eisini hevur hann leikt onkran dystin í 2.deild.
Men sunnudagin avgjørdi KÍ venjarin at seta veteranin á bakkin at steðga Jákup á Borg, og hesa uppgávuna kom Harley sera væl frá, hóast skjóti landsliðsleikarin fyrstu løtuna í dystinum trillaði runt við KÍ bakkinum.

Gott at vera við aftur
– Tað var ein góð kensla at vera við frá byrjan og samanumtikið eri eg nøgdur við dystin í Gundadali. Tað er sjálvandi ikki lætt at spæla yvir fyri einum so góðum leikara sum Jákup á Borg og tað gekk eisini ein løta til eg dugdi at lesa hann av. Tað hevur óivað eisini havt sína ávirkan at eg mangli dystarvenjing.
– HB er sterkast um teri sleppa at spæla vongspælið og tað er eisin á hesum plássunum at teri eru sterkast, við Heðin og Jákup.
– Í fyrra hálvleiki góðu vit teimum ov nógv pláss, men tað broyttu vit so i seinra hálvleiki har vit ikki góðu teimum pláss og tá gekk munandi betur hjá okkum.
Harley heldur at javnleikur nokk var rættvíst tá hugsað verður um allar teir málmøguleikar sum HB hevði í fyrra hálvleiki.

Sunnudagin ein heilt annar dystur
Spurgdur um dystin móti VB í Klaksvík sunnudagin, sigur Harley at talan verður um eitt annað slag av dysti enn tann í Havn.
– Í Gundadali var tað HB sum skuldi leypa á og skapa dystin. Nú eru vit á heimavølli og skulu hava trý stig burturúr og tí verður talan um eitt heilt annað slag av dysti.
– Vit eiga at fokusera upp á tað positiva í dystinum í Havn. Eg haldið tað var eitt gott úrslit hjá okkum og tá vit megnað at fáa slík úrslit í Havn móti bæði HB og B36 so eigur tað at geva okkum trúgv upp á at vit ikki eru aftanfyri hini liðini.

HBararnir verða drúgvir
Spurgdur um hvat lið er besta boði upp á meistarheiti, sigur Harley at tað óivað verður HB sum kemur at trekkja longra stráði.
– Skála er sera væl leikandi, men HB hevur betri fólk og ein breiðari hóp. Tí verða teir sera drúgvir og fara nokk at enda kappingina sum meistarar.

Seinasta árið hjá Harley?
Tað eru óiviað mong sum ynskja Harley eitt meistarheitið afturat. Hann hevur síðan 1991 verið millum bestu leikararnar í føroysku kappingini og tí hevði verið sera passandi at enda sum meistari.
– Nú man tíðin hjá mær vera farin at styttast. Í ár havi eg sitið nógv á beinkinum og tað er als ikki nøktandi fyri meg.
– Eg havi tann innstilling at antin er man 100% sum fótbóltsleikari, og tá tað ikki røkkur til 1.lið vanti eg at eg trekki meg heilt og fari at brúka tíðina til annað. Eg vanti at hetta er seinasta árið hjá mær, men tað fer tíðina at vísa, sigur 35 ára gamli KÍ veteranurin.