– Mær dámdi ómetaliga væl at vera við á KÍ-liðnum í 2007, og tí vil eg ikki frammanundan avskriva meg til komandi kapping, men tað nátúrliga er, at yngri leikarar taka yvir, og eg haldi, at nú mugu teir eiga fyrsta tørn.
Hann er árgang 1969, so í mars mánað komandi verður Harley Bertholdsen 39 ára gamal, ið er ein høgur aldur fyri ein leikara, sum fyri bert fáum vikum síðan spældi á hægsta føroyska støði.
Tað má tí vera ein blanding av góðum evnum, framúr góðari heilsu, sunnari lívsførslu og hugburði og sterkum vilja, sum hevur hildið Harley á einum so høgum ítróttastøði í so drúgva tíð. Málverjar hava av nátúrligum orsøkum betri møguleikar at halda á longur enn fótbóltsleikarar annars, men sum kunnugt er Harley útileikari, og tað ger hansara áhaldni til nakað serstakt.
Í fjør vár boðaði hann frá – saman við tí eitt sindur yngra Jan Andreasen – at hann fór at taka eitt tørn afturat í 2007, og sigast má, at tað var gott fyri KÍ, tí hetta kappingarárið var KÍ til tíðir í svárum trupulleikum, og tá komu royndirnar, hugburðurin og stabiliteturin hjá m.a. Harley til sín rætt og vóru viðvirkandi til, at liðið kom so frægt burtur úr árinum, sum tað gjørdi.
Fyrst og fremst
hugsa um felagið
Nú fara vit aftur um eitt ársskifti, og so verður tann nátúrligi spurningurin aftur aktuellur, hvussu verður við leiklutinum hjá Harley í sambandi við KÍ.
Vit stukku inn á gólvið til hansara í handlinum at fregnast eitt sindur, og hesar vóru nakrar av viðmerkingunum frá Harley Bertholdsen:
– Tá tað snýr seg um Formuladeildarliðið, so mugu vit sjálvandi fyrst og fremst hugsa um felagið og liðið heldur enn um tann einstaka leikaran, og spurningurin um mín leiklut er tí heldur ikki tann mest týðandi.
– Tað viktigasta er, at KÍ fær eitt væl betri úrslit komandi ár, enn vit fingu í ár.
Dámdi sera væl
at vera við í 2007
Harley dylur tó ikki, at honum dámdi sera væl at vera við í besta KÍ-hópinum í farna kappingarári.
– Mær dámdi ómetaliga væl at vera við á KÍ-liðnum í ár. Hópurin var settur saman av leikarum í ymiskum aldrum, og hetta gav okkum ein góðan stabilitet, reint mentalt. Harafturat var samanhaldið sera gott, og tað gjørdi tað stuttligt at vera við og gera sín part.
– Og fyri at siga sum er, so er hugurin framvegis tann sami. Spurningurin er bara, hvat beinini fara at røkka til í mun til hinar í hópinum, sigur Harley smílandi.
Teir ungu blíva
betri alla tíðina
– Teir ungu blíva sjálvandi eitt ár eldri og betri fyri hvørt ár, sum gongur – tíbetur. Tí sá eg mín leiklut í 2007 fyrst og fremst at vera at hjálpa liðnum og felagnum, meðan teir yngru mennast, og soleiðis hugsi eg framvegis.
– Allíkavæl dugi eg ikki sjálvur frammanundan at avskriva meg úr Formuladeildarhópinum, tí hetta hevur jú verið ein so stórur partur av dagligdegnum, sigur Harley.
– Hvussu liðið verður sett, er sjálvandi ein avgerð hjá venjarunum, og hvørjar leikarar teir hava tøkar og vilja brúka.




