Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harmast niðurbrótingarligu gongdina!!

John William Joensen

Gangi út frá, at tað var hópin av fólki, og sjálvandi serliga norðoyingum, kundi eisini hugsa mær av suðuroyingum, sum fóru hørm til songar í gjárkvøldi eftir at hava sæð, hoyrt og hugd at/eftir niðurstøðunum hjá Sirið Steenberg, landsstýriskvinnu, um framtíðina hjá Sjúkrahúsverkinum, skrivar Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og fyrrverandi formaður og limur í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, í viðmerking á facebook

Gangi út frá, at tað var hópin av fólki, og sjálvandi serliga norðoyingum, kundi eisini hugsa mær av suðuroyingum, sum fóru hørm til songar í gjárkvøldi eftir at hava sæð, hoyrt og hugd at/eftir niðurstøðunum hjá Sirið Steenberg, landsstýriskvinnu um framtíðina hjá Sjúkrahúsverkinum, skrivar Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og fyrrverandi formaður og limur í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, í viðmerking á facebook

SJÚKRAHÚSVERK FØROYA!
Gangi út frá, at tað var hópin av fólki, og sjálvandi serliga norðoyingum, kundi eisini hugsa mær av suðuroyingum, sum fóru hørm til songar í gjárkvøldi eftir at hava sæð, hoyrt og hugd at/eftir niðurstøðunum hjá Sirið Steenberg, landsstýriskvinnu um framtíðinina hjá Sjúkrahúsverkinum!

Fyri tey tingfólk, sum eru hiðani og sum lata væl at sentralistisku niðurstøðuni er eitt at siga: “Tað er lætt at fáa semju, tá alt er givið eftir”!

Hetta er eitt álop á ein stovn sum hevur verið vælvirkandi, við tíðini ein niðurlagan av vitanarstørvum einsæris og í toymum og tænastustøðið – meðan í mongum førum óstøðuga framleiðslan til útflutnings verður tað einasta her – tænastuvinnurnar verður spakuliga tikið grundarlagið undan!

Eg má hendan hugnaliga várdagin harmast – ikki minst fyri komandi ættarliðið, – at tey tingfólk, sum hava góðtikið hetta úr Norðoyggjum, sleppa at sova víðari, men vakna um fá ár við kaldan dreym”!

Eg og mong við mær harmast niðurbrótingarligu gongdina!!

Harleyfacadeacryl