Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harmiligt at lutirnir eru fluttir

John William Joensen

sigur Zacharias Hammer, sum m.a. hevur gjørt tvær sendingar um týska flúgvaran á Lokkanum

Sunnudagin skrivaði Zakarias Hammer, í kjaktorgingum á Norðlýsinum at tað er skeivt at menn frá krígssavninum handlað sum teimum passar best.

– Sjálvur havi eg gjørt tvær sendingar um týska flogfari á Lokkanum og var við til at spreingja eina minu, sum eftir øllum reglum og krøvum mátti gerast til einki. Var eisini við til at fáa restina av henni og onnur vóru stk. fluttar til Krígssavnið – her høvdu vit bæði prof. videomyndir og stillar myndir. 

– Ætlanin var so at gera sending um enska flogfari og av leivdunum sum har liggja saman við frásøgufólkum. Hetta vistu fólk frá Krígssavninum av, skrivar Zakaris m.a.. 

Tá vit tosaðu við kenda sjónvarpsmannin í morgun segði hann at hann í kjaktorginum hevði kanska brúk ov ógvusligar vendingar men hann var sera keddur av at verkætlanin hjá honum nú var av ongum og hann helt fast við at menn høvdu gjørt seg inn á og tikið burtur nógv umtalaða velið av enska flogfarinum. 

– Hetta hevur verið eitt stað, sum hevur verið vitjað óteljandi ferðir. 

– Hetta er eisini ein minnisvarið frá krígnum og tí eigur ein at hugsa seg væl um – áðrenn slíkir minnisvarðar verða rørdir. 

– Krígssavnið átti eftir mínum tikki at tikið onkrar smærri lutir og ikki teir størri so sum vel og vong.  Teir eiga áttu at verið liggjandi – tí hópin av smærri lutum eru á staðnum – og so kundi krígssavni víst fólkið á at tað er eitt gott hugskot at fara ein gongutúr at vitjað ástaði – har minnir framhaldandi liggja.

Lutirnir vóru fluttir vestur til Krígssavnið eftir loyvi frá avvarandi bóndum.