Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harmonikudansur fyri 60+

Eldraráðið í Klaksvík

Finnið dansiskógvarnar fram og kom ein túr í Smæruna leygarkvøldið til festligt dansitiltak

Eldraráðið í Klaksvík bjóðar borgararum, sum er 60 ár og eldri, til harmonikudans leygarkvøldið tann 30. apríl kl. 21:00 í Virkishúsinum Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík

Erland Jacobsen og Pole Mikkelsen, sum eru kendir harmonikuleikarar fara at seta dám á við góðum tónum, sum fær dansihugin fram. Hetta kann sjálvandi elva til tosta, og tí fæst sodavatn til keyps á staðnum fyri 10 kr.

Hjartaliga vælkomin.

Eldraráðið í Klaksvík



*Eldraráðið í Klaksvík er eitt fólkavalt ráð, ið verður valt samstundis sum býráðsval er, fyri eitt fýra ára valskeið.

*Endamál Eldraráðsins er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar, politisku skipanina og umsitingina hjá Klaksvíkar Kommunu. *Fyri valskeiðið 2012-15 eru limirnir í Eldraráðnum hesir: Maria Olsen, forkvinna, Gerda Absalonsen, næstforkvinna, Hasla Olsen, skrivari, Marita Matras, kassameistari, Poul Havn, nevndarlimur.